Starvsnevnd SSF hevur á fundi hin 28. oktober 2013 ásett fylgjandi kravtíðir til komandi Norðurlendsku JuniorMeistarstevnu og Meistarastevnu, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali í Tórshavn hin 6. til 8. desember 2013, umframt til Evropeisku Meistarastevnuna á Stuttgeil sum verður í Herning í Danmark hin 12. til 15. desember 2013.
Kravtíðirnar eru funnar við at rokna meðaltíð fyri veikastu heiðursmerkjatíð í viðkomandi grein á seinastu trimum stevnum av sama slag, og so leggja ein prosent-sats afturat. Veikasta heiðursmerki er vanliga bronsa, men kann vera silvur ella gull, um fleiri vinna hesi.
Prosent-satsurin er +9% til yngru juniorar, +6% til eldru, +3% til NM-svimjarar (har vit enn brúka NJM-bronsutíðirnar sum støði), og +9% til EMS-svimjarar.
Kravtíðirnar skulu vera kláraðar í hesum tíðarskeiðum, í 25 metra hyli.
- NJM/NM 2013: Frá og við 14. desember 2012, til og við 3. november 2013
- EMS 2013: Frá og við 12. desember 2012, til og við 3. november 2013
Við fyrivarni fyri møguligum villum …
Kvinnur
Grein | NJM (99) | NJM (98) | NM (95-97) | EMS |
---|---|---|---|---|
50 frí | 00:29.03 | 00:28.23 | 00:27.43 | 00:26.35 |
100 frí | 01:02.31 | 01:00.59 | 00:58.88 | 00:57.74 |
200 frí | 02:13.71 | 02:10.03 | 02:06.35 | 02:04.67 |
400 frí | 04:46.17 | 04:38.30 | 04:30.42 | 04:22.68 |
800 frí | 09:51.80 | 09:35.51 | 09:19.22 | 09:03.05 |
1500 frí | – | – | – | – |
50 rygg | – | – | 00:30.09 | 00:29.51 |
100 rygg | 01:09.10 | 01:07.20 | 01:05.30 | 01:03.23 |
200 rygg | 02:29.16 | 02:25.05 | 02:20.95 | 02:15.45 |
50 bringa | – | 00:34.36 | 00:33.25 | |
100 bringa | 01:18.83 | 01:16.66 | 01:14.49 | 01:12.05 |
200 bringa | 02:48.58 | 02:43.94 | 02:39.30 | 02:35.36 |
50 firvald | – | – | 00:28.15 | 00:28.20 |
100 firvald | 01:07.89 | 01:06.02 | 01:04.15 | 01:02.75 |
200 firvald | 02:32.62 | 02:28.42 | 02:24.22 | 02:17.31 |
100 blandað | – | – | – | 01:05.28 |
200 blandað | 02:33.16 | 02:28.94 | 02:24.73 | 02:19.96 |
400 blandað | 05:22.68 | 05:13.80 | 05:04.91 | 04:52.27 |
Menn
Grein | NJM (97) |
NJM (96) |
NM (93-95) |
EMS |
---|---|---|---|---|
50 frí | 00:25.43 | 00:24.73 | 00:24.03 | 00:23.00 |
100 frí | 00:55.54 | 00:54.01 | 00:52.48 | 00:51.36 |
200 frí | 02:00.82 | 01:57.49 | 01:54.17 | 01:53.01 |
400 frí | 04:17.98 | 04:10.88 | 04:03.78 | 04:02.18 |
800 frí | – | – | – | – |
1500 frí | 17:05.87 | 16:37.63 | 16:09.40 | 15:59.05 |
50 rygg | – | – | 00:26.00 | 00:25.74 |
100 rygg | 01:00.85 | 00:59.18 | 00:57.50 | 00:56.10 |
200 rygg | 02:13.03 | 02:09.37 | 02:05.71 | 02:01.99 |
50 bringa | – | – | 00:29.55 | 00:28.85 |
100 bringa | 01:08.75 | 01:06.86 | 01:04.97 | 01:03.13 |
200 bringa | 02:29.97 | 02:25.84 | 02:21.71 | 02:16.50 |
50 firvald | – | – | 00:25.72 | 00:24.97 |
100 firvald | 01:01.02 | 00:59.34 | 00:57.66 | 00:55.23 |
200 firvald | 02:16.69 | 02:12.93 | 02:09.17 | 02:03.11 |
100 blandað | – | – | – | 00:57.96 |
200 blandað | 02:15.57 | 02:11.84 | 02:08.11 | 02:05.33 |
400 blandað | 04:52.00 | 04:43.97 | 04:35.93 | 04:26.88 |
Árgangirnir eru sum tilskilaðir í yvirlitunum; gentur føddar 1998 og 1999 og dreingir føddir 1996 og 1997 til NJM, og gentur føddar 1995-1997 og dreingir føddir 1993-1995 til NM.
Til EM á stuttgeil hevur Starvsnevndin avgjørt at loyva eisini juniorum at luttaka, sum eitt undantak nú stevnan er í Norðurlondum. Til NJM og NM umhugsar SSF at taka út eyka ‘wild card’ svimjarar, nú stevnan er í Føroyum.
Sí annars “Reglugerð um úttøku og kravtíðir”:
https://ssf.fo/felagsskapur/reglugerd/reglugerd-um-uttoeku-og-kravtidir/
Feløgini verða biðin um at fráboða Svimjisambandinum um teir svimjarar ið hava klárað kravtíðirnar, við tilskilan av grein og tíð, umframt nær og hvar tíðin varð svomin.
Svimjisambandið tekur so út landsliðini, í vikuni eftir úttøkustevnuna nú 2. – 3. nov. 2013.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu