Undir OL-Kravtíð, norðurlendskt met og sætta pláss í finaluni


Pál Joensen svam seg í finaluna í 1500 frí leygarmorgunin í Shanghai. Klokkan 3:30 føroyska tíð leygarmorgunin byrjaði seinasta avbjóðingin hjá Pál Joensen. Úrslitið gjørdist eitt sættapláss í finaluni og 15 sekundir undir kravtíðini til Olympiski leikir 2012, eins og hetta var ein betring av norðurlendska metinum, ið Pál setti til EM í Budapest seinasta ár.

Fýra riðlar vóru í 1500 frísvimjing, har bestu svimjararnir svimja í seinastu trimum riðlinum, meðan fyrsti er tann vánaligasti. Pál var tilmeldaður við sættu-bestu tíð og svam á næstbestu geil í 2. riðli. Hann lá væl fyri gjøgnum mesta partin av kappingini, men tá góð helvt var svomin leyp ungarski Gergo Kis á, og vann hann riðilin við tíðini 14.52,72 næstur honum var amerikansku Peter Vanderkaay við 14.54,99 og Chad la Tourette við 14.55,59 og so Pál við 14.56,66. Hetta var ikki nøkur ynskistøða, tá hugsað var um, at í næstu tveimum riðlunum vóru 4 svimjarar, ið høvdu betri tilmeldingartíð enn Pál. Jón Bjarnason sigur úr Shanghai, at Pál svam beint eftir ætlan, og pacetíðin var perfekt.

Sun skein, restin skuffaði
Í triðja riðlinum var tað bara Ryan Cochrane, ið var skjótari enn Pál. Samuel Pizetti, ið fekk bronsumerkið til EM í Budapest var næstan tvey sekund spakuligari enn Pál. Danski Mads Glæsner svam 15.12,52, næstan eitt sekund spakuligari enn OL-kravtíðin. Nú lýsnaði aftur, Pál lá nú á fimtaplássið, men enn var seinasti og skjótasti riðil eftir.
Í fjóðra og seinasta riðli var stórfavoritturin Sun Yang á geil 4, Sebastian Rouault á geil 5 og Osama Mellouli á geil 6, stór nøvn og alt svimjarar, ið hava svomið skjótari enn pál. Tá ið avtornaði var tað bara Sun Yang, ið svam skjótari, við bestu tíðini 14.48,13.

Finalan sunnudagin á døgurða
Finalan í 1500 frísvimjing verður svomið um døgurðatíð sunnudagin. Hon sæst beinleiðis á Eurosport og hoyrist á Rás 2.
Svimjararnir í finaluni eru:
SUN Yang CHN 14:48.13
KIS Gergo HUN 14:52.72
VANDERKAAY Peter USA 14:54.99
LA TOURETTE Chad USA 14:55.59
COCHRANE Ryan CAN 14:55.86
JOENSEN Pal FAR 14:56.66
MIYAMOTO Yohsuke JPN 14:57.12
PIZZETTI Samuel ITA 14:58.30

Við sættaplássið merkir tað, at Pál Joensen liggur á geil 7 í finaluni.

This entry was posted in Kapping, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki. Bookmark the permalink.