So er tað HM í Shanghai

Nú sunnudagin byrjar 14. heimsmeistarastevnan á langgeil, har Pál Joensen skal royna seg í 800 og 1500 metra frísvimjing. Kappingin verður avbera hørð vegna kinesiska stórfavorittin Sun Yang, sum liggur til at kunna taka heimsmet í 1500 metra frísvimjing, og vónirnar eru tí fyrst og fremst at klára kravtíð til Olympisku Leikir komandi ár, og kanska náa onkra finalu eisini.

Kappingin er í Shanghai, sum við sínum umleið 23 milliónum íbúgvum er næststørsti býur í Kina. Umstøðurnar eru stórslignar, eitt nýbygd øki sum umfatar eina multiarena har sjálv svimjistevnan skal vera, eina stóra svimjihøll til vatnpolo, ein risastóran uttandura vippuhyl, og so synkronsvimjing í arenaini nú inntil svimjistevnan byrjar.

Flest allir favorittarnir eru til staðar, íroknað tunesiski Oussama Mellouli sum er heimsmeistari í 1500 frí frá HM í Rom í 2009, og so hesin Sun Yang sum við 14:35.43 í 2010 varð fyrsti maður at veruliga hótta heimsmetið hjá avstralska Grant Hackett á 14:34.56 frá 2001. Kinesiski heimsmeistarin í 800 frí Lin Zhang fer ikki at verja sítt gull frá HM í Rom, hóast hann setti heimsmet har við 7:32.12, men tað verður hildið at vera lítil missur fyri Kina, nú tey eiga Sun Yang.

Stevnan er fyrsti møguleika at klára offisiella kravtíð til OL í London í 2012, sum í fyrsta lagi er 15:11.83 í 1500 frí, umframt at verða millum tveir teir skjótastu í danska ríkisfelagskapinum. Pál eigur norðurlendska metið í 1500 frí, við 14:56.90 frá tá ið hann vann silvur á EM í Budapest í 2010. Møguleikin skuldi tí verið til staðar at klárað tað aftur nú, eisini tí at danska luttøkan er avmarkað til éin luttakara, Mads Glæsner.

Við Páli eru Jón Bjarnason venjari og Thurid Kjærbo fysioterapeutur, umframt Rókur í Jákupsstovu liðleiðari. Jon Hestoy er eisini í kinesiska stórbýnum, sum dómari í havsvimjing og limur í teknisku nevnd FINA. Pál og Jón hava verið á venjingarlegu í fyrst Bretlandi og síðani Singapore síðani Oyggjaleikir, og Thurid Kjærbo kom so afturat tá ið tað leið nakað í Singapore, meðan Jón og Rókur fóru beinleiðis til Shanghai.

Innleiðandi kappingarnar hjá Páli verða 800 frí týsmorgunin 26. juli, og 1500 frí leygarmorgunin 30. juli. Um Pál klárar í finalu, so eru tær kappingarnar ávíkavist mikukvøldið 27. juli og sunnukvøldið 31. juli. Tíðarmunurin er 8 tímar millum Kina og Føroyar, so at innleiðandi riðlarnir eru frá klokkan 1 um náttina kvøldið fyri í Føroyum, og finalurnar frá kl 10 um morgunin.

Til ber at síggja innleiðandi og finalur á til dømis Eurosport, umframt møguliga við onkrum offisiellum live stream á internetinum úr Kina. Roynt verður sum frægast at savna øll viðkomandi leinki á www.svimjing.com/live, so at til ber hjá føroyingum at fylgja við luttøkuni hjá Páli.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Kapping, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki. Bookmark the permalink.