Triðja finalukvøld gekk tíverri einki serligt hjá føroysku svimjarunum, út yvir at Magnus Jákupsson setti flott oyggjaleikamet í 50 firvald og vann á Ian Powell, og at Pál Joensen vardi sítt gull frá 2009 í 100 frí. Kappingin var sterk og marginalarnir ímóti, so at endaliga úrtøkan gjørdust 2 gull, 4 silvur og 1 bronsu, heldur enn tey 4-6 gullheiðursmerkini sum vit vónaðu at fara at vinna.
100 blandað menn
Thomas Hollingsworth av Guernsey svam uppvísning her, klárt fremst eftir firvald og rygg, til ógvusligt oyggjaleikamet frá 57.54 hjá Ben Lowndes á Álandi niður á 56.15 nú. Pál og Lowndes vóru ógvuliga javnir aftanfyri, lukkutíð so fyri okkum at Pál vann silvur við 58.81 og Ben Lowndes av Guernsey bronsu við 58.87.
400 frí kvinnur
14 ára gamla Kristina Neves av Guernsey var her í serflokki frá byrjan til enda, dróg frá beinan vegin og longdi til nýtt oyggjaleikamet 4:16.97, frammanfyri Emily Bashfort av Jersey á 4:20.90 og Amy Harper úr Hetlandi á 4:23.07. Cecilia dragnaði beinanvegin til heldur at stríðast ímóti Charlotte Atkinson av Isle of Man um fjórðaplássið, ið Cecilia so at enda vann við 4:26.49.
200 rygg menn
Ian Powell av Guernsey fór beinanvegin frá hinum sum eitt óløgi, var einar 5 metrar frammanfyri eftir fyrstu 50, við Magnusi og Tom Gallichan av Jersey sum nummar tvey. Powell setti nýtt oyggjaleikamet við 1:58.14, har metið hjá Grant Halsall frá 2009 var 2:00.91. Magnus eisini undir nú fyrrverandi oyggjaleikametið við silvurtíð 2:00.86, og Gallichan bronsu við 2:01.60.
100 bringu kvinnur
Hetlendska Andrea Strachan setti stórt oyggjaleikamet longu í innleiðandi riðlunum í morgun, og tað var tí so gott sum sikkurt at hon fór at fara við gullinum. Tær vóru tó nakrar sum royndu, við ferð so at Turið ikki fekk fylgt við. 1:11.70 og aftur oyggjaleikamet til Strachan, 1:13.50 og silvur til Charlotte Manning av Jersey, 1:14.23 til Lauru Kinley av Isle of Man, Turið á 5. plássi við 1:15.06.
100 frí menn
Pál megnaði at leggja seg á odda beinanvegin, og tí var lítið at gera hjá hinum, eisini hóast Tom Gallichan av Jersey kom aftur og hótti ímóti endanum. Gull til Pál við 51.16, silvur til Gallichan við 51.51, og bronsa til Jeremy Osborne av Guernsey við 52.00. Pauli svam 55.73 og sættbestu tíð.
50 frí kvinnur
Vónbrot, Birita Debes hevði besta startin, og var nokk eisini fremst eftir fyrstu 25, men misti so heilt ímóti endanum til at vinna bronsu við 27.16, aftanfyri Amy Harper úr Hetlandi á 27.01 og Emily Bashforth av Jersey á 27.12. Kristina Eliasen varð nummar 4 við 27.32.
50 firvald menn
Vónirnar vóru lítlar og ongar, eftir at Powell 3 ferðir hevur vunnið klárt á Magnusi. Men nei, Magnus fekk besta startin, vann vendingina og tyktist at draga frá hinum síðstu longd, til imponerandi oyggjaleikamet 24.79, frammanfyri Ian Powell á 24.91 og Thomas Hollingsworth á 24.93, báðir av Guernsey. Tíðin hjá Magnusi var eisini undir føroyska metið hjá honum á 24.92, men verður ikki føroyskt met við tað at hylurin er eitt vet ov stuttur.
200 rygg kvinnur
Birita royndi at draga tíðina eitt sindur út áðrenn start, til at hvíla eitt sindur meira eftir 50 frí, og vísti seg so rættiliga skjótt at dragna í teimum 200. Sikkurt ov móð, gull til 14 ára gomlu Charlotte Atkinson av Isle of Man við 2:16.86, silvur til Lotte Parfit av Guernsey við 2:19.12, bronsu til Charlotte de Wit av Jersey við 2:19.57, og fjórðapláss til Biritu Debes við 2:21.11.
4×100 blandað menn
Magnus, Pauli, Pál, Heðin royndu tað teir kundu, men Guernseybúgvar vóru bara for sterkir. Oyggjaleikamet 3:44.98 og gull til Guernsey, har metið hjá teimum frá 2009 var 3:49.32. Føroyingar silvur, eisini undir tað nú fyrrverandi metið við 3:47.81, og Isle of Wight bronsu við 3:56.26.
4×100 frí kvinnur
Aftur her varð tað tíverri einans til eitt silvurheiðursmerki, tær fýra Guðrun, Cecilia, Kristina og Poula royndu alt tað tær kundu, men tyktust hvør sær ikki at eiga tann síðsta 25 meturin, so at Jersey at enda vann við nýggjum oyggjaleikameti 3:55.20, frammanfyri okkum á 3:56.59, og við Guernsey sum bronsuvinnara á 3:58.43.
Heiðursmerkjabýtið í kvøld
- Guernsey 4 gull, 2 silvur, 4 bronsur
- Føroyar 2 gull, 4 silvur, 1 bronsu
- Hetland 2 gull, 1 bronsu
- Jersey 1 gull, 4 silvur, 2 bronsur
- Isle of Man 1 gull, 1 bronsu
- Isle of Wight 1 bronsu
Heiðursmerkjabýtið í svimjing til nú
- Guernsey 13 gull, 9 silvur, 8 bronsur
- Føroyar 10 gull, 9 silvur, 4 bronsur
- Hetland 4 gull, 1 silvur, 2 bronsur
- Isle of Man 2 gull, 3 silvur, 3 bronsur
- Isle of Wight 2 gull, 1 silvur, 1 bronsur
- Jersey 1 gull, 9 silvur, 10 bronsur
- Cayman 1 silvur, 3 bronsur
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu