So er svimjingin byrjað á Oyggjaleikum

Tað gekk gott nokk upp og niður á Oyggjaleikastevnuni í svimjing í morgun, nú føroyingarnir skuldu royna seg fyri fyrstu ferð. Onkur misti brillurnar og reyk út úr finaluni, og onnur spardu seg so mikið at tey mundu heldur ikki komið víðari. Kappingin vísir seg at vera sera hørð, men saman um tikið gekk tað tó so mikið væl, at vit enn eiga boð uppá væntaðu heiðursmerki, og svimjarar í øllum 11 finalum í kvøld.

Turið S. Christiansen svam seg við 5:08.68 í 400 blandað til eitt 5. pláss av øllum, sum merkir at hon verður at síggja í finaluni í kvøld. Hinar dámurnar eru tó óhugnaliga skjótar, har Kristina Neves av Guernsey svam 4:54.00, Charlotte Atkinson av Man 4:55.41, og Ella Dias av Jersey 4:56.20. Besta tíð hjá Turið yvirhøvur, er hennara føroyska juniormet á 5:07.37 frá HS stevnu í september 2010.

Pál Joensen tók tað kanska í so róligt í 200 firvald, við at svimja 2:11.12 har tilmeldingartíðin hjá honum var 2:04.75. Hann slapp tó akkurát í finaluna, sum nummar 6, har skjótasti svimjari var Ian Powell av Guernsey við 2:03.10, næstskjótasti Ben Lowndes av Guernsey við 2:08.53, og triðskjótasti Josep Mercadal Mascaró av Menorca við 2:09.53.

Tær báðar Kristina Eliasen og Poula Ø. Mohr svumu seg báðar í finaluna í 100 firvald, Kristina við 1:06.15 og Poula við 1:06.20, sum nummar 4 og 5 aftanfyri Kristinu Neves við nýggjum oyggjaleikameti 1:04.08, Lara Butler av Cayman við 1:05.61, og Ebony Jacklin av Jersey við 1:06.08.

Í 100 bringu svam Pál við 1:06.91 seg til eitt fjórðapláss í finaluni, aftanfyri Darren Mew av Isle of Wight við 1:03.25, Thomas Hollingsworth av Guernsey við 1:04.82 og Daniel Cederqvist av Gotlandi við 1:06.21. Pauli Ø. Mohr megnaði hinvegin einans 1:10.82 og eitt 11. pláss, mest sannlíkt vegna trupulleikar við at finna formin í upphitingini. Ein upphiting sum er ógvuliga stutt vegna trongu umstøðurnar, so at dreingir einans fáa 45 minuttir fyrst, og genturnar síðani 45, áðrenn stevnuparturin byrjar.

Í 50 bringu gekk tíverri heilt galið hjá Evu Trygvadóttir, hon misti brillurnar og streamline og svam einans 36.22, sum ikki rakk til finaluna. Hinvegin kláraði Tanja Skaalum at svimja fjórskjótastu tíð 34.56, og hava vit tí enn eitt boð uppá heiðursmerki her. Andrea Strachan úr Hetlandi setti risastórt oyggjaleikamet 32.59, har tað hjá Katarinu S. Lamhauge frá Álandi var 34.49.

Í 50 rygg svam Magnus Jákupsson seg við 26.21 til næstbesta pláss í finaluni, aftanfyri favorittin Ian Powell á 26.03. Vónandi verður tað líka tætt í finaluni í kvøld, við Magnusi sum vinnara.

Í 200 frí svam Cecilia W. Eysturdal seg í finaluna á sætta og síðsta pláss við 2:10.13, meðan Guðrun Mortensen við 2:11.63 endaði uttanfyri á 11. plássi. Kristina Neves hevði bestu tíð 2:04.35, Emily Bashforth næstbestu 2:06.15, og Amy Harper triðbestu 2:06.52.

í 200 blandað svam Pál seg trygt í finaluna við næstbestu tíð 2:09.54, aftanfyri Thomas Hollingsworth á 2:08.73, og frammanfyri Colin Bensadon av Gibraltar á 2:09.67. Føroyska metið hjá Páli er 2:04.41, so er her er enn nakað at taka av.

Í 4×50 frí svumu Astrið Foldarskarð, Cecilia Wigant Eysturdal, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen seg til eina næstbestu tíð 1:51.77, aftanfyri Jersey á 1:51.05 og frammanfyri Hetland á 1:52.42. Tær tríggjar skjótastu Guðrun Mortensen, Birita Debes og Kristina Eliasen sótu uttanfyri í morgun, og har er tí sera góður møguleiki fyri gullheiðursmerkjum í kvøld.

Eisini mennirnir komu trygt víðari, nú Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen og Dánjal Hestoy svumu seg í finaluna við næstbestu tíð 1:48.61, aftanfyri Guernsey á 1:47.15 og frammanfyri Isle of Wight á 1:49.54. Men hetta var verri enn so tað skjótasta sum hesir kunnu svimja, og hartil eiga vit Heðin L. Olsen at seta inn sum skjótan sprintara, so teir vera eisini góðir í kvøld.

Finalurnar byrja klokkan 17:30 í kvøld, við 1500 frí har Pál er greiður favorittur at vinna gull, og síðani føroyskari luttøku í øllum 12 eftirfylgjandi finalum. Til ber at fylgja við svimjarunum á www.svimjing.com/live, umframt í føroysku miðlunum, í tann mun sum tey velja at senda frá svimjistevnuni á Isle of Wight.

Vegna Svimjisamband Føroya

Jon Hestoy

Liðið hevur telefon +298 51 75 59

This entry was posted in Á breddanum, Kapping. Bookmark the permalink.