Hóast okkara svimjarar sum heild vóru skjótari enn á seinastu leikum, so varð tað ikki til meira enn 2 gull, 3 silvur og 1 bronsu, hendan fyrsta svimjidagin á Oyggjaleikum 2011, í mun til 4 gull, 3 silvur og 2 bronsur í 2009. 30 gull tykjast tí rættiliga langt burturi, men vit eru tó enn við í kappingini um at vinna svimjistevnuna, og spurningurin er um hvat ið er betri: At røkka málinum og so gott sum køva stevnuna, ella at fáa eina harða og mennandi kapping.
1500 frí menn
Pál Joensen svam seg trygt til fyrsta føroyska gullmerki yvirhøvur á hesum leikum, tá ið hann í 1500 frí vant burtur úr kappingarneytunum, uttan á nakran hátt at geva seg fult út. Tíðin 15:28.85 var nýtt oyggjaleikamet, har gamla metið hjá Páli frá Álandi í 2009 var 15:44.68. Næsti maður John Gallichan av Jersey við 15:38.59 og triði Miles Munro av Guernsey við 16:25.25.
400 blandað kvinnur
Turið S. Christiansen varð nummar 5 í 400 blandað við 5:09.68, tíverri eitt fitt petti frá sínum føroyska juniormet 5:07.37, og spakuligari enn teir 5:08.68 sum hon svam um morgunin. Hon er tí óivað ikki serliga nøgd, men har var undir øllum umstøðum lítið at gera við tær fremstu. Annars áhugavert at Charlotte Atkinson av Isle of Man vann á favorittin Kristina Neves av Guernsey, við nýggjum oyggjaleikameti 4:50.78 ímóti 4:51.26, eisini tí tað merkir at Guernsey her misti eitt gull í stríðnum ímóti Føroyum. Ella Dias av Jersey vann bronsu við 4:55.00.
200 firvald menn
Her hevði Pál Joensen sættbestu tíð frá innleiðandi, men valdi at melda frá finaluni. Malan Vitalis Bærendsen segði við Útvarp Føroya, at Pál bara fer eftir gulli á Oyggjaleikum, og tí valdi hesa kapping frá, av tí at hann metti at har var ov langt niður til at vinna gull. Ian Powell av Guernsey vann greitt við 1:58.43 ímóti Ben Lowndes av Guernsey við 2:04.31 og Joel Rombough av Cayman við 2:07.53. Føroyska metið hjá Páli er til samanberingar 2:04.75.
100 firvald kvinnur
Aftur her svumu okkara svimjarar tíverri spakuligari enn í morgun, Poula Ø. Mohr 1:06.26 og fjórðapláss í mun til 1:06.20 í morgun, og Kristina Eliasen 1:06.88 og sættapláss í mun til 1:06.15 í morgun. Kristina Neves av Guernsey vann við 1:03.03, Lara Butler av Cayman silvur við 1:04.42 og Ebony Jacklin av Jersey bronsu við 1:05.32.
100 bringa menn
Her var lítið at gera, Darren Mew av Isle of Wight legði seg beinanvegin á odda og helt á mál, við við nýggjum oyggjaleikameti 1:02.03 í mun til Thomas Hollingsworth á 1:03.69 og Pál Joensen á 1:03.78. Tó so, ein bronsa til føroyingar, og góð tíð eisini hjá Páli, í mun til føroyska metið hjá honum á 1:03.90.
50 bringa kvinnur
Tanja Skaalum var 4 hundraðpartar frá einum bronsumerki, tá ið hon í 50 bringu svam 34.46, har Andrea Strachan úr Hetlandi svam nýtt oyggjaleikamet 32.57, Laura Kinley av Isle of Man vann silvur 33.74 og Poppy Evans av Isle of Man vann bronsu við 34.42. Besta tíð hjá Tanju er 34.28, frá FM í mai mánaða.
50 rygg menn
Her var eingin ivi, Ian Powell av Guernsey bestur við 25.27, og Magnus Jákupsson silvur við 25.84, frammanfyri Tom Gallichan av Jersey við 27.09. Tíðin hjá Magnus var 1 tíggjundapart frá hansara føroyska meti á 25.74, frá FM í mai mánaða, men skjótari enn gamla oyggjaleikametið hjá Grant Halsall frá 2009 á 25.87, sum Powell nú tók.
200 frí kvinnur
Cecilia Wigant Eysturdal gjørdist greitt nummar 4, væl aftanfyri bronsuna, men samstundis líka lagt frá teimum aftanfyri. Tíðin var 2:07.12, har Kristina Neves av Guernsey vann gull við nýggjum oyggjaleikameti 2:02.05, Amy Harper úr Hetlandi silvur við 2:03.11 og Emily Bashforth av Jersey bronsu við 2:05.36. Charlotte Atkinson varð nummar 5 við 2:09.47 og Beth Cumming nummar 6 við 2:09.75.
200 blandað menn
Pál Joensen ætlaði sær hetta, men mátti lúta ímóti guernsey-búgvanum Thomas Hollingsworth, sum við 2:01.00 setti greitt oyggjaleikamet í mun til 2:03.90 hjá Ian Black frá 2009. Tíðin hjá Páli var tó góð, 2:03.18, undir metinum frá seinast, og eisini skjótt í mun til føroyska metið 2:04.41 hjá Páli frá Álandi í 2009.
4×50 frí kvinnur
Tær fýra Guðrun Mortensen, Poula Ø. Mohr, Kristina Eliasen og Birita Debes vundu burtur úr restini, tá ið tær við 1:46.70 settu nýtt oyggjaleikamet, í mun til okkara gamla frá Álandi á 1:47.19. Jersey vann silvur við 1:47.99 og Guernsey bronsu við 1:51.91.
4×50 blandað menn
Hóast teir fýra Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen og Heðin L. Olsen svumu hálvtannað sekund skjótari enn føroyingar nakrantíð hava klárað fyrr, so rakk tað akkurát ikki til gullið, at svimja 1:43.23 í kapping ímóti Guernsey á 1:43.15. Bæði lið vóru undir oyggjaleikametið hjá okkum frá Álandi á 1:44.77, og Jersey varð so nummar 3 við 1:48.49.
Samandráttur
Saman um tikið gjørdist tað altso til 2 gull, 2 oyggjaleikamet, 3 silvur og 1 bronsu, hendan fyrsta dagin á Oyggjaleikum, í mun til 4 gull, 3 oyggjaleikamet, 3 bronsu og 2 bronsur seinast. Guernsey førir greitt tá ið tað kemur til gullheiðursmerki, men vit eru tó enn við í stríðnum um heiðursmerki, og kunnu kanska vinna inn á Guernsey hesar komandi dagarnar.
Heiðursmerkjabýtið í svimjing til nú
- Guernsey 6 gull, 3 silvur, 2 bronsur
- Føroyar 2 gull, 3 silvur, 1 bronsu
- Isle of Man 1 gull, 1 silvur, 1 bronsu
- Hetland 1 gull, 1 silvur
- Isle of Wight 1 gull
- Jersey 2 silvur, 5 bronsur
- Cayman 1 silvur, 2 bronsur
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu