Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans 9 gull, 9 silvur og 6 bronsuheiðursmerki á AldursflokkaMót Íslands á Akureyri um vikuskiftið, hóast teir fyri størsta partin hoyrdu til yngru svimjararnar í hvørjum aldursbólki, og høvdu torført við at venja seg við at kappast uttandura í 6 til 12 gradirs hita.
Úrslitini vóru nokk so ofta eitt sindur frá bestu tíðum, og venjarar og leiðarar høvdu tí eitt ávíst arbeiði at halda vónunum uppi, at kunna kappast væl fyri tað um tey stríddust við at svimja í heitum vatni men kaldari luft. Onkrir glottar vóru tó lukkutíð regluliga, og sum heild tyktist tað sum um at tey fingu betur og betur fatt á umstøðunum, so hvørt sum stevnan leið (og veðrið batnaði).
Fyri Svimjisambandið er hetta so gott sum perfekt, at svimjararnir fingu roynt seg undir spennandi men krevjandi umstøðum, har tey arbeiddu við avbjóðingunum og at enda bastu teimum. Úrslitini vóru sum heild góð, fyri tað um tey onkuntíð hava svomið skjótari, og svimjararnir vunnu í øllum førum ríkiligt av heiðursmerkjum.
Komandi vikuna fara AMÍ-svimjararnir at venja í Íslandi, áðrenn heimferð aftur til Føroya tann 30. juni. Kappingarárið er nú við at vera komið at enda hjá teimum, hesumegin summarið, men longu í september verður lagt í vaðið aftur, við heimligum kappingum og landsdysti ímóti íslendingum og øðrum.
Føroyskt gull
- Óli Mortensen (15), HS – 1:58.63 í 200 frí fyri dreingir 15-16 ár
- Victoria W. Eysturdal (13), Bjørk S. Róadóttir (14), Óluva Jacobsen (14), Victoria Biskopstø (14) – 4:13.79 í 4×100 frí fyri gentur 13-14 ár
- Óli Mortensen (15), Alvi Hjelm (15), Høgni Simonsen (16), Eyðbjørn Joensen (15) – 3:50.78 í 4×100 frí fyri dreingir 15-16 ár
- Eyðbjørn Joensen (15), SuSvim – 4:10.29 í 400 frí fyri dreingir 15-16 ár
- Alvi Hjelm (15), Markus Joensen (15), Óli Mortensen (15), Eyðbjørn Joensen (15) – 4:17.26 í 4×100 blandað fyri dreingir 15-16 ár
- Victoria W. Eysturdal (13), Ægir – 1:02.97 í 100 frí fyri gentur 13-14 ár
- Kristina Elin Thomsen (13), SuSvim – 1:08.16 í 100 rygg fyri gentur 13-14 ár
- Bjørk S. Róadóttir (14), Kristina Elin Thomsen (13), Óluva Jacobsen (14), Victoria W. Eysturdal (13) – 1:57.76 í 4×50 frí fyri gentur 13-14 ár
- Eyðbjørn Joensen (15), Høgni Simonsen (16), Markus Joensen (15), Óli Mortensen (15) – 1:42.75 í 4×50 frí fyri dreingir 15-16 ár
Føroyskt silvur
- Victoria W. Eysturdal (13), Ægir – 9:37.42 í 800 frí fyri gentur 13-14 ár
- Óli Mortensen (15), HS – 16:37.90 í 1500 frí fyri dreingir 15-16 ár
- Victoria W. Eysturdal (13), Ægir – 2:12.27 í 200 frí fyri gentur 13-14 ár
- Kristina Elin Thomsen (13) – 2:30.28 í 200 rygg fyri gentur 13-14 ár
- Kristina Elin Thomsen (13) – 2:33.58 í 200 blandað fyri gentur 13-14 ár
- Kristina Elin Thomsen (13), Sigurgunn Danielsen (14), Óluva Jacobsen (14), Victoria W. Eysturdal (13) – 4:50.83 í 4×100 blandað
- Óluva Jacobsen (14), Ægir – 1:03.17 í 100 frí fyri gentur 13-14 ár
- Óli Mortensen (15), HS – 55.00 í 100 frí fyri dreingir 15-16 ár
- Óli Mortensen (15), HS – 4:47.23 í 400 blandað fyri dreingir 15-16 ár
Føroyskt bronsu
- Kristina Elin Thomsen (13), SuSvim – 1:09.51 í 100 firvald fyri gentur 13-14 ár
- Victoria Biskopstø (14), Ægir – 2:09.06 bronsu í 200 frí fyri gentur 13-14 ár
- Markus Joensen (15), HS – 1:10.90 í 100 bringu fyri dreingir 15-16 ár
- Victoria W. Eysturdal (13), Ægir – 4:41.40 í 400 frí fyri gentur 13-14 ár
- Óluva Jacobsen (14), Ægir – 2:34.03 í 200 firvald fyri gentur 13-14 ár
- Bjørk Svabo Róadóttir (14), HS – 1:12.98 í 100 rygg fyri gentur 13-14 ár
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu