So eru tað Oyggjaleikir 2011

Í næstu viku verða 14. Oyggjaleikir hildnir á Isle of Wight, við luttøku av 14 føroyskum svimjarum. Tvær ferðir hevur svimjilandsliðið vunnið leikirnar, seinast so mikið dyggiliga at Føroyar eisini vunnu leikirnar sum heild. Hesuferð er liðið í stóran mun skift út, og kappingin harðnað frá serliga Guernsey, men tó so standa Føroyar enn til at vinna flest heiðursmerki.

Liðið er sterkt, við ongum øðrum enn Páli Joensen á odda, ið sambært tilmeldingartíðunum stendur til at vinna eini 8 gull og 2 silvur. Afturat honum ‘veteranurin’ Pauli Øssursson Mohr, ið hóast einans 19 ár nú luttekur á sínum triðju leikum. Birita Debes og Poula Øssursdóttur Mohr ið eisini luttóku seinast, umframt ein rúgva av evnaríkum debutantum.

Kappingin er tó hørð, serliga í kraft av einans 14 ára gomlu Kristinu Neves av Guernsey, sum verður væntað at vinna eini 6 gull, 1 silvur og 1 bronsu á leikunum. Og av 25 ára gamla Ian Powell av Guernsey, sum umframt at standa til at vinna 200 firvald á Páli, svimur allar greinar ið okkara Magnus Jákupsson eisini svimur, so at har 5 ferðir stendur gull til Ian og silvur til Magnus.

Og ikki at gloyma 31 ára gamla Darren Mew av vertsoynni Isle of Wight, sum eigur bretsku metini í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil og langgeil, ávíkavist 26.72 og 27.44. Hansara oyggjaleikamet standa enn órørd frá leikunum á Isle of Wight í 1997, 28.25 í 50 bringu og 1:02.99 í 100 bringu, og nú luttekur hann so aftur í somu greinum á sama stað.

Føroyingar verða mettir at vinna tilsamans 15 gull, 12 silvur og 3 bronsu, umframt tað sum vit vónandi vinna í liðsvimjingunum. Guernsey eru beint aftanfyri við 12 gull, 4 silvur og 9 bronsu, og síðani er nokk so langt niður til Hetland við 4 gull, 2 silvur og 5 bronsu, og til hinar oyggjarnar sum tó standa til at vinna nógv silvur og bronsu, og tí kunnu hótta eisini gullið.

Í liðsvimjingunum verður tað mest sannlíkt aftur Guernsey og Føroyar sum skulu kappast um gullið, har vit standa okkum væl á stytstu teinunum, men fáa tað harðari tá ið svimjararnir skulu svimja 100 metrar í part. Liðsvimjingarnar eru 8 í tali, umframt tann síðsta, óoffisiella 8×50 frí fyri menn og kvinnur.

Føroyskir svimjarar á Isle of Wight vera

  • Astrið Foldarskarð (1994), Ægir
  • Birita Debes (1995), Ægir
  • Cecilia W. Eysturdal (1996), Ægir
  • Dánjal H. Hestoy (1990), Havnar Svimjifelag
  • Eva Trygvadóttir (1996), Ægir
  • Guðrun Mortensen (1997), Suðuroyar Svimjifelag
  • Heðin L. Olsen (1994), Ægir
  • Kristina Eliasen (1993), Havnar Svimjifelag
  • Magnus Jákupsson (1994), Havnar Svimjifelag
  • Pauli Ø. Mohr (1991), Havnar Svimjfelag
  • Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
  • Poula Ø. Mohr (1995), Fuglafjarðar Svimjifelag
  • Tanja Skaalum (1997), Suðuroyar Svimjifelag
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir

Venjarar eru Christian Tessner, Jón Bjarnason og Petur Heðin á Fløtti. Leiðarar Maria Danielsen og Niels Pauli Eysturberg, hjálparleiðari Malan V. Bærendsen og fysioterapeutur Thurid Kjærbo.

Svimjistevnan verður mánadag til hósdag 27. til 30. juni 2011, við innleiðandi riðlum frá klokkan 09:30 bretska tíð, og finalum frá klokkan 17:30. Føroysku miðlarnir fara óivað at bera nógv tíðindi um leikirnar, og hartil ber til at fylgja við á www.natwestislandgames2011.co.uk, umframt í sambandi við svimjingina til dømis á www.svimjing.com.

Í kvøld verður hartil serlig blað borið út í hvørt hús í Føroyum, har vit í svimjingini royna at geva yvirlit yvir svimjistevnuna á Isle of Wight, kapping fyri kapping, umframt at hava savnað saman onnur viðkomandi dáta sum til dømis heiðursmerki hjá føroyskum svimjarum á leikunum síðani 1985, oyggjaleikamet, føroysk met og so framvegis.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.