Nú leygardagin og sunnudagin fara EJM-landsliðið og Pál Joensen at royna seg á stóru Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, í kapping ímóti nøkrum av heimsins bestu svimjarum. Endamálið er at fyrireika seg til stevnur á langgeil í summar, at royna eftir nøkrum metum, og hvat Páli viðvíkur kanska at vinna okkurt heiðursmerki eisini.
Pál luttók á øllum trimum Mare Nostrum stevnum í fjør, har hann varð nr 5 í 400 frí og nr 17 í 200 frí á stevnuni í Monaco, nr 4 í 1500 frí og nr 6 í 400 frí í Barcelona, fyri so at enda at vinna bronsu í 1500 frí á stevnuni í Canet, umframt at verða nr 4 í 400 frí. Í ár er luttøkan hjá honum avmarkað til Barcelona, vegna eksamiu í studentaskúlanum.
EJM-landsliðið eru tey fýra Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal og Heðin L. Olsen úr Ægir, umframt Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag. Hesi hava øll klárað kravtíð til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Beograd í summar, og eru tí farin undir miðvísa venjing fram ímóti stevnuni, við venjingarlegu á langgeil í Íslandi á páskum, luttøku nú á langgeilastevnu í Spaniu, áðrenn Oyggjaleikir á Isle of Wight og EJM í Serbia.
Mótstøðan í Barcelona er ófør, millum annað franski Sébastien Rouault sum varð evropameistari í 800 og 1500 frí á EM í Budapest í fjør, spanski Rafael Muñoz sum varð evropameistari í 50 firvald, bretska Francesca Halsall sum varð evropameistari í 100 frí, bretski Liam Tancock sum varð heimsmeistari í 50 rygg á HM í Rom í 2009, og spanska Mireia Belmonte García sum vann 3 gull og 1 silvur á HM á stuttgeil í Dubai 2010.
Onnur stórnøvn eru til dømis írska Grainne Murphy, chilenska Kristel Kobrich, bretsku Keri-Anne Payne og kvartføroyingurin David Carry, suðurafrikansku Roland Schoeman og Cameron van der Burgh, sponsku Erika Villaécija García og Marco Rivera Miranda, japonsku Junya Koga og Ryosuke Irie, russisku Stanislav Donets og Danila Izotov, avstralsku Leisel Jones og Jessicah Schipper, svensku Joline Höstman og Lars Frölander, norsku Alexander Dale Oen og Ingvild Snildal, ungarsku Gergo Kis og László Cseh, kroatiski Duje Draganja, italski Samuel Pizzetti, finska Hanna-Maria Seppälä, franska Diane Bui Duyet og ungarski Sergiy Frolov.
Onnur fyri okkum áhugaverd nøvn eru til dømis Grant Halsall av Isle of Man, sum ikki er millum favorittarnar á stevnuni í Barcelona, men sum vann ryggsvimjingarnar á Oyggjaleikum í 2009. Ida Sandin av Gotlandi sum vann 5 gull á Oyggjaleikum á Rhodos, og sum nú er styrkismett sum nummar 5 í 200 blandað. Italski Alex di Giorgio, eisini longri niðri á listunum, sum Pál kappaðist ímóti og vann á, tá ið EJM var í Beograd á sinni. Og svenski Mattias Carlsson sum luttók á NJM í Føroyum í 2007.
Pál fer at svimja 400 og 1500 frí á stevnuni í Barcelona, við triðbestu styrkismeting í 400 frí, og næstbestu í 1500 frí. Tey fýra yngru hava styrkismetingar longri niðri á startlistunum, men tó ikki verri enn at Magnus kann enda í topp-15 av 45 luttakarum í 50 rygg, og at tey fyri tað mesta hava eitt sindur av luft aftur til aftasta pláss í kappingini.
Føroyska luttøkan á Mare Nostrum 2011
Leygardag 4. juni – innleiðandi riðlar frá kl 08:30 spanska tíð, finalur frá kl 16:10
- Kapping 1: 800 frí kvinnur: Cecilia W. Eysturdal (96), Ægir – 1. eykasvimjari
- Kapping 2: 50 rygg menn: Magnus Jákupsson (94), HS – nr 12 av 45
- Kapping 4: 50 firvald menn: Magnus Jákupsson (94), HS – nr 38 av 50
- Kapping 6: 100 frí menn: Heðin L. Olsen (94), Ægir – nr 76 av 88
- Kapping 7: 100 frí kvinnur: Birita Debes (95), Ægir – nr 41 av 52
- Kapping 9: 50 frí kvinnur: Birita Debes (95), Ægir – nr 55 av 58
- Kapping 10: 200 rygg menn: Magnus Jákupsson (94), HS – nr 29 av 35
- Kapping 15: 200 frí kvinnur: Cecilia W. Eysturdal (96), Ægir – nr 58 av 66
- Kapping 16: 400 frí menn: Pál Joensen (90), SuSvim – nr 3 av 36
Sunnudag 5. juni – innleiðandi riðlar frá kl 08:30 spanska tíð, finalur frá kl 16:00
- Kapping 17: 1500 frí menn: Pál Joensen (90), SuSvim – nr 2 av 18
- Kapping 18: 50 rygg kvinnur: Birita Debes (95), Ægir – nr 34 av 41
- Kapping 22: 100 frí kvinnur: Birita Debes (95), Ægir – nr 69 av 69
- Kapping 23: 100 rygg menn: Magnus Jákupsson (94), HS – nr 40 av 53
- Kapping 25: 50 frí menn: Heðin L. Olsen (94), Ægir – nr 66 av 70
- Kapping 29: 100 firvald menn: Magnus Jákupsson (94), HS – nr 51 av 65
- Kapping 31: 200 frí menn: Heðin L. Olsen (94), Ægir – nr 73 av 79
- Kapping 32: 400 frí kvinnur: Cecilia W. Eysturdal (96), Ægir – nr 22 av 29
Við svimjarunum eru venjararnir Jón Bjarnason og Petur Heðin á Fløtti og Thurid Kjærbo, fysioterapeutur.
Ferðaliðið fer úr Føroyum nú hósdagin hin 2. juni, yvirnátta í Keypmannahavn og eru so frammi í Barcelona fríggjamorgunin. Kappast verður leygardag og sunnudag við innleiðandi riðlum frá klokkan 08:30 og finalum frá klokkan 16:00 spanska tíð, og heimferðin er so aftur mánadagin 6. juni.
Startlistin til stevnuna í Barcelona sæst her: http://www.natacio.cat/cat/arxiu/veure/1171
Tað er ivasamt hvussu lætt tað verður at fylgja við hjá okkum higani úr Føroyum, men tað sum er tøkt, verður sum vanligt lagt út á www.svimjing.com/live, so hvørt sum kappast verður.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu