Føroyingar fingu eina góða byrjan á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup í morgun, tá ið Cecilia Eysturdal longu í fyrstu kapping setti føroyskt juniormet í 800 frí. Løtu seinni setti Birita Debes føroyskt juniormet í 100 frí, og hareftir Magnus Jákupsson juniormet í 200 firvald. At enda settu tær fýra Birita Debes, Turið S. Christiansen, Poula Ø. Mohr og Cecilia Eysturdal føroyskt landsliðsmet fyri juniorar í 4×100 blandað.
Norðurlendska juniormeistarastevnan er sum væntað á avbera høgum støði, har trupult er at vinna heiðursmerki, fyri tað um svimjararnir betra seg nógv, og seta juniormet sum høvdu staðið seg væl á til dømis Oyggjaleikum.
Tíðin 9:20.65 hjá Ceciliu Eysturdal var greið betring av hennara egna juniormeti á 9:20.65 frá føroysku meistarastevnuni fyri ung í vár. Í oyggjaleikahøpi hevði tað rokkið til eitt fimtapláss á Álandi, bara tíggjundapartar aftanfyri nummar fýra, men á NJM rakk tað ikki til meira enn eitt áttandapláss.
Birita Debes betraði ógvusliga um føroyska juniormetið í 100 frí, við nú í morgun at svimja 58.52, har juniormetið hjá Poulu Ø. Mohr frá Oyggjaleikum á Álandi var 59.38. Hon er nú ikki stórt meira enn 1 sekund frá føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre á 57.41, og hevði við hesari tíðini vunnið silvur á Oyggjaleikum á Álandi, aftanfyri Shailu á 58.12. Men á NJM rakk ein so mikið góð tíð ikki til meira enn eitt sættapláss, í kapping har danska Mie Ø. Nielsen vann gull við 55.31, svenska Céline Bertrand silvur við 56.37 og danska Kia Hansen bronsu við 57.03.
Magnus Jákupsson betraði líka ógvusliga um sítt føroyska juniormet í 200 firvald, við nú at svimja 2:09.12, har metið hjá honum frá úttøkustevnuni í oktober 2:12.64. Í hesi grein var støðið á NJM meira ájavnt tað á Oyggjaleikum, við tað at Magnus gjørdist nummar 4 nú í Kastrup, í mun til at ein sovorðin tíð hevði rokkið til eitt fimtapláss á Oyggjaleikum á Álandi.
Tær fýra Birita Debes, Turið S. Christiansen, Poula Ø. Mohr og Cecilia Eysturdal settu eitt flott føroyskt junior-landsliðsmet í 4×100 blandað, við tilsamans at teinin uppá 4:27.57. Hetta hevði rokkið til eitt bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikum á Álandi, í mun til at tær nú á NJM gjørdust nummar fimm.
Sum heild hava føroyingarnir staðið seg væl á NJM í morgun, ímóti hesum sterku norðurlendsku juniorum. Flest øll úrslit eru lyft upp frá botninum, í mun til at vit nógv onnur ár hava ligið næstan konsekvent niðast. Okkara bestu sníkja seg upp í móti heiðursmerkjunum, við tíðum sum eru greiðar betringar av teirra persónligu tíðum, og hava enn sínar bestu møguleikar til góðar.
Føroysku úrslitini í morgun
- 800 frí: Cecilia Eysturdal (1996), Ægir – 9:20.65, nr 8 og føroyskt juniormet
- 800 frí: Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim – 9:36.12, nr 9
- 1500 frí: Sofus Bech (1994), SuSvim – 17:37.01, nr 8
- 100 frí: Birita Debes (1995), FLOT – 58.52, nr 6 og føroyskt juniormet
- 100 frí: Poula Ø. Mohr (1995), FS – 59.58, nr 8
- 100 frí: Heðin L. Olsen (1994), Ægir – 53.12, nr 10
- 200 firvald: Magnus Jákupsson (1994), HS – 2:09.12, nr 4 og føroyskt juniormet
- 200 bringu: Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 2:42.04
- 4×100 blandað: Føroyar 4:27.57, nr 5 og føroyskt junior-landsliðsmet
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu