Pál Joensen vann í dag silvur í 1500 frísvimjing á Fina/Arena Swimming World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Tíðin hjá honum var 14:54.21, Pál var 10 sekund frammanfyri japanska Jumpei Higashi við tíðini 15:04.08. Vinnari gjørdist franski evropameistarin Sèbastien Rouault við tíðini 14:37.94. Henda tíð er besta tíð í heiminum í ár.
Teir báðir Pál fylgdust upp til 300 metrar, tá ið Sèbastien dróg frá Páli. Tað sást á Páli, at hann hesir seinastu 9 dagarnir hevur svomið 6 ferðir 400 metrar og 3 ferðir 1500 metrar. Tó so at ongantíð var ivi um silvurheiðursmerkið hjá Pál.
Tá takast skal samanum hesar Fina/Arena Swimming World Cup stevnurnar í Berlin, Moskva og Stokkhólmi kann ikki sigast annað enn at hetta var væleydnað. Pál Joensen sum luttók á øllum stevnum vann tvær silvur í Berlin, tvær gull í Moskva og eina bronsu og eina silvur í Stokkhólmi. Tilsamans 6 heiðursmerki í 6 kappingum móti heimselituni. Í Stokkhólmi svam Magnus Jákupsson bestutíðir og Birita Debes setti nýtt føroyskt met í 50 firvald.
Eingin av okkara svimjarum trappaði niður til hesar kappingar, og koma tey nú heim at fyrireika seg til avbjóðingarnar í desember. Tey bæði Birita og Magnus eru partur av liðnum, ið fer til Norðurlendska Junior Meistarastevnu í Kastrup, Danmark vikuskiftið 11. og 12. desember. Stóra avbjóðingin hjá Pál í desember er HM í stutthyli í Dubai. HM-stevnan byrjar 15. og endar 19. desember, høvuðskappingin hjá Pál, 1500 frísvimjing verður svomin seinasta dag, 19. desember.
Føroyska liðið kemur heim mánadagin 8. november og skipað verður fyri almennari móttøku av World Cup liðnum, niðri á Tryggingarfelagnum Føroyar, á Kongabrúnni kl. 14:45. Liðið, ið kemur heim úr Stokkhólmi í morgin er: Birita Debes úr Flot, Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag og Pál Joensen, úr Suðuroyar Svimjifelag. Venjari er Jón Bjarnason, leiðari og fysioterapeut Thurid Kjærbo og ferðaleiðari Rókur í Jákupsstovu.
Vegna Svimjisamband Føroya
Jon Hestoy