Pál Joensen vann í dag bronsu í 400 metra frísvimjing á Fina/Arena Swimming World Cup stevnuni í Stokkhólmi. Tíðin hjá honum var 3:46.13.
Kappingin var hørð, og avgerðin var ikki greið fyrr enn á seinasta fimmtimetrinum. Tá ið svimjararnir vendu við 300 metrum bardist Pál við japanska Higashi um 4-5 plássið og tá teir vendu við 350 metrum er Pál á triðjaplássi, bara 5 hundraðpartar frammanfyri danska Anders Lie, ið tó endaði á fimtaplássinum.
Venjarin hjá Páli, Jón Bjarnason sigur úr Stokkhólmi, at útleggið var ov spakuligt, men at kappingan annars var javnt og gott svomin. Serstakliga tá hugsað verður um 1500 frí í morgin, var henda kapping svomin soleiðis sum hon skuldi.
Tað er vert at leggja til merkis, at Pál nú liggur so fyri, at tað er rættiliga sannlíkt at hann tekur heiðursmerkið í øllum 6 kappingum, hann hevur svomið til World Cup í ár.
Í morgin klokkan 14:40 føroyska tíð er tað beinleiðis finala í 1500 metra frísvimjing, har Pál er millum favorittarnar. Vit hava ikki fingið endaliga startlistan, men á fyribilslistanum eru Pál og franski Sèbastien Rouault einastu svimjarar, ið hava svomið undir 15 minuttir. Sèbastien Rouault er tann svimjarin, ið vann á Páli til EM í Budapest.
Finalan verður víst beinleiðis í Kringvarpinum, ið byrjar at senda sunnudagin kl. 14:30 frá Stokkhólmi, umframt at til ber at fylgja við tíðum og øðrum á www.svimjing.com/live.
Vegna Svimjisamband Føroya
Jon Hestoy