Pál Joensen luttók í morgun á World Cup stevnuni í Moskva, í innleiðandi riðlunum í 400 metra frísvimjing. Tað gekk so mikið væl, at hann kom í finaluna við triðbestu tíð.
Tíðirnar í innleiðandi vóru ikki so skjótar sum í Berlin og tað sást, at Pál svam eina kontrolleraða kapping, har bara finaluplásið hevði týdning. Dennis Garagin úr Russlandi fekk bestu tíð í finaluni við 3:49.90, næstur honum var japanarin Daiya Setin við 3:50.20 og so Pál við 3:50.23. Pál svam í fjóðra og seinasta riðli, so hann visti áðrenn hvat hann skuldi svimja fyri at koma í finaluna. Annars gjørdist 4. riðil spennandi tí russiski Dmitry Bokankhel legði hart út, og var fremst tað mesta av teimum fyrstu 200 metrunum, men Pál svam ein væl-splittaða kapping og læt ongan iva vera um, hvør var bestur í riðlinum.
Úr Moskva sigur Jón Bjarnason, at Pál bara arbeiddi við seinasta 50 metrinum, ið hann svam uppá 0:26.48, so Pál er væl fyri til kappingina seinrapartin.
Finalan í 400 frí verður í dag klokkan umleið 15:45, og kann síggjast beinleiðis á internetinum. Fylgið við á www.svimjing.com/live, har roynt verður bæði at vísa hesar sendingar beinleiðis, og at leiðbeina ífall at trupulleikar eru við sambandinum.
Vegna Svimjisamband Føroya
Jon Hestoy