Pál Joensen vann fyri løtu síðani silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, við tíðina 3:44.45 aftanfyri týska Paul Biedermann á 3:42.31, og frammanfyri niðurlendska Job Kienhuis á 3:45.27, sum er nærmasti kappingarneyti um gullið í 1500 metrar frísvimjing í morgin.
Taktikkurin var sambært venjaranum Jón Bjarnasyni, at Pál skuldi leggja so mikið hart út, at Paul Biedermann valdi ikki at fylgja við, og so heldur ikki kundi taka hann aftur í spurtinum. Biedermann hevur nevniliga ein tiltiknan spurt, sum fyrr hevur bast millum annað Michael Phelps á HM í Rom í fjør.
Tað gekk eina løtu sum ætlað, til venjarin hjá Biedermann fekk signalerað til týskaran, at hann altso mátti seta ferð á. Biedermann lá so eina góða løtu beint undir liðini á Páli, til hann setti beinsparkið hjá sær í gongd, yvirhálaði og byrjaði at draga frá hinum. Pál var tann einasti sum orkaði at hanga í týskaranum, og vann tí eisini eitt rættiliga greitt silvurheiðursmerki.
Eitt óført úrslit í Berlin, at tapa bara ímóti sjálvum heimsmeistaranum Biedermann, sum eigur heimsmetini bæði á stuttgeil og langgeil, og sum hartil var á heimabana. Í morgin verður tað 1500 metra frísvimjing, sum er nógv meira sergrein hjá Páli Joensen enn teir 400, og har hann sum kunnugt eftirhondini er greiður favorittur.
Úrslitalistin frá 400 metra frí finaluni sæst her:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/Berlin_2010/C73A1_…
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu