Pál nummar 2 í innleiðandi 400 frí

Pál Joensen luttók sum kunnugt í morgun á World Cup í Berlin, í innleiðandi riðlunum av 400 frí, og megnaði har við 3:46.76 at svimja seg í finaluna seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum, frammanfyri týska favorittin Paul Biedermann.

Pál svam longu í øðrum riðli av fýra, og mátti tí svimja lutfalsliga skjótt til at tryggja sær pláss í finaluni. Uppgávan var at halda seg frammanfyri russiska Alexander Shimin, sum lá undir liðini á honum á geil 5, har Pál var á bestu geil 4.

Tað gekk eisini sum ætlað, at Pál legði seg á odda longu eftir fyrstu 50 metrarnar, við millumtíðini 26.42 sekund. Hann dró so líðandi frá hinum, upp til 350 metrar, har hann við tíðindi 3:18.57 hevði næstan hálvt sekund aftur til Shimin á 3:18.95, og so aftur eitt vet longur niður til niðurlendska Job Kienhuis á 3:19.04.

Men síðstu 50 átti Kienhuis ein spurt á 27.69 sekund, í mun til 28.19 hjá Páli, sum merkti at niðurlendingurin akkurát fekk klórað seg fyrr á mál, við tíðini 3:46.73 og trimum hundraðpørtum frammanfyri Pál á 3:46.76. Shimin gjørdist nummar trý við 3:46.79.

Tað sigur eitt sindur um ferðina í triðsíðsta riðli, at hesir tríggir Kienhuis, Joensen og Shimin gjørdust ávíkavist nr 1, 2 og 3, av teimum 27 sum svumu innleiðandi 400 frí.

Týski favoritturin Paul Biedermann gjørdist nummar 4 við tíðindi 3:46.85, sum tó ikki sigur meira enn, at hann annaðhvørt ikki megnaði at svimja skjótari, ella at hann sum klárt skjótasti svimjari í síðsta riðli visti, at tað var nóg mikið til at koma á nøkulunda miðgeil í finaluni.

Biedermann eigur heimsmetið á 3:32.77, frá sama World Cup í Berlin í fjør. Besta tíð hjá Páli er føroyska metið 3:40.12 frá EM á stuttgeil í Istanbul í desember í fjør, og Biedermann má tí enn metast at vera greiði favoritturin av teimum báðum, til at verða við yvirlutan seinnapartin.

Besta tíð hjá Kienhuis er 3:46.17 frá niðurlendsku meistarastevnuni á stuttgeil í fjør, sum merkir at hann við 3:46.73 svam ikki so langt frá bestu tíð í morgun. Besta tíð hjá russiska Shimin er 3:44.84, frá Salnikov Cup í Sankta Pætursborg í desember mánaða í fjør.

Finalan í 400 frí verður nú seinnapartin, einaferð miðskeiðis í skránni, sum byrjar kl 14:30. Til ber at fylgja við á www.svimjing.com/live, har vit savna saman leinki til beinleiðis video og beinleiðis tíðtaking, umframt at til ber at síggja videobrot sum Jón Bjarnason ger á kantinum í Berlin.

Úrslitalistin frá teimum 400 í morgun sæst her:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/Berlin_2010/C51A1_…

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.