Pál Joensen luttekur nú leygardagin 30. til sunnudagin 31. oktober á World Cup í Berlin, har hann í fjør vann silvur í 1500 metra frísvimjing. Hann er í ár styrkismettur at vinna bronsu í 400 metra frísvimjing, og gull í 1500.
Skráin fyri World Cup stevnuna í Berlin:
- Leygardag 30. oktober, innleiðandi riðlar frá kl 08:00 FO tíð, finalur frá kl 14:30
– Pál skal her svimja innleiðandi 400 frí, í 12. kapping av 17, við 3. bestu tilmeldingartíð - Sunnudag 31. oktober: Innleiðandi riðlar frá kl 08:00 FO tíð, finalur frá kl 14:30
– Pál hevur bestu tilmeldingartíð, og fer tí beint í finaluriðilin, sum er fyrst í skránni kl 14:30
Komandi viku luttekur hann eftir somu skipan á World Cup í Moskva, har hann skal svimja 400 frí týsdagin 2. november, og 1500 metra frí mikudagin 3. november. Her er hann forsvarandi meistari í 1500 metra frí, eftir at hava tikið gullið í fjør.
Og leygardagin og sunnudagin 6. og 7. november er so aftur World Cup stevna í Stokkhólm, har Pál svimur eftir somu skipan, og vit hartil fara at kunna fylgja við Biritu Debes og Magnusi Jákupssyni, tá ið tey sleppa at royna seg á World Cup. Pál vann eisini silvur í Stokkhólmi í fjør.
Til ber at síggja World Cup kappingarnar beinleiðis á internetinum, við at vitja www.fina.org:
http://www.fina.org/swcup2010_player_live.htm
Til ber eisini at fylgja við tíðum og millumtíðum beinleiðis á www.omegatiming.com:
http://www.omegatiming.com/livetiming/index.htm
Hesi bæði leinki eru hartil at finna á www.svimjing.com/live, saman við video og myndum frá Jón Bjarnasyni í Berlin, og møguleika at samskifta við leguna í Berlin, umframt við aðrar svimjiáhugaðar føroyingar.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu