Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya fegnast um at kunna kunngera, at í framtíðini fara føroyskir svimjarar frítt at kunna luttaka fyri Føroyar í øllum FINA-kappingum, sum t.d. HM, EM og World Cup kappingum, samstundis sum teir umboða Danska Kongaríkið á Olympisku leikunum. Skiftið millum føroyska og danska landsliðið í samband við OL-luttøku gevur onga karantenu.
Stóra framgongdin innan svimjing seinnu árini hevur havt við sær, at allar Føroyar vóna at síggja føroyingar svimja á olympisku leikunum í London 2012. Hetta hevur tó ikki verið gjørligt uttan so, at teir valdu at skifta til útlendskan tjóðskap.
Føroyar hava á jøvnum føti við hini Norðurlondini sjálvstøðugan limaskap í altjóða svimjisambandinum, FINA. Hetta hevur havt við sær, at um onkur velur at skifta tjóðskap t.d. fyri at kunna luttaka í OL, hevur viðkomandi fingið 12 mðr. karantenu ísv. skiftið. Hendan skipan gjørdi tað ítróttarliga ógjørligt at skifta tjóðskap.
Seinasta árið hevur samskifti verið millum Ítróttasamband Føroya, Danska Ítróttasambandið, Svimjisamband Føroya og Danska Svimjisambandið, Altjóða Olympisku Nevndina, IOC, og Altjóða Svimjisambandið, FINA. Endamálið hevur verið at funnið eina smidliga loysn, ið loyvir føroyskum svimjarum at taka lut í Olympisku leikunum fyri Danska Kongaríkið, samstundis sum teir umboða Føroyar í øllum øðrum altjóða kappingum.
Ítróttasamband Føroya sær tað sum sína fremstu uppgávu at verja áhugamálini hjá føroyskum ítróttafólkum, og tá føroyskir svimjarar nú eru á einum slíkum ítróttarligum støði, at teir hava møguleika fyri at kvalifisera seg til OL, valdu Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya at taka upp samráðingar við avvarandi altjóða felagsskapir.
Talan er um serskipan, og samráðingar vera í næstum millum partarnar, um hvussu praktisku viðurskiftini skulu skipast millum Føroyar og Danmark fram móti OL. Ítróttasamband Føroya fer samstundis í gongd við at arbeiða fyri at víðka skipanina til aðrar ítróttagreinir, har Føroyar hava sjálvstøðugan altjóða limaskap. Ætlanin er samstundis at arbeiða fyri, at føroyingar fáa møguleika at luttaka í øðrum tiltøkum hjá altjóða og evropeisku olympisku nevndunum, eitt nú Youth Olympic Games og European Youth Olympic Festival.
Ítróttasamband Føroya leggur dent á, at nýggja skipanin onga ávirkan hevur á áhaldandi arbeiðið at vinna Føroyum sjálvstøðugan olympiskan limaskap. Royndin at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap byrjaði fyrst í 1980-unum, men higartil eru Føroyar eins langt frá olympiska limaskapinum, sum tá byrjað varð. Altjóða Olympiska Nevndin tvíheldur um regluna í Olympiska skjalinum, sum sigur, at nýggj limalond bert verða upptikin, um tey eru sjálvstøðugir statir, ið eru viðurkendir av altjóða samfelagnum.
Ítróttasamband Føroya og Svimjisamband Føroya