Starvsnevnd SSF avgjørdi herfyri at ógilda tær kravtíðir sum vóru ásettar til HM í Shanghai í 2011, fyri í staðin at nýta nágreinliga tey krøv sum altjóða svimjisambandið FINA nú eftirfylgjandi hevur ásett. Starvsnevndin samtykti eisini formliga at nýta somu kravtíðarskipan til NJM 2010, sum nýtt varð til NJM 2009, og hesar kravtíðir eru tí eisini dagførdar á www.ssf.fo. Og nú eg var í gongd, varð sorteringin á metlistunum eisini broytt, so at raðfylgjan meira minnir um hana sum t.d. FINA nýtir.
Upprunaliga vóru føroysku kravtíðirnar til HM í Shanghai í 2011 roknaðar sum triðbesta tíð á HM í Rom 2009 pluss 7%, um kravtíðin varð klárað í 50 metra hyli, og síðani sum hendan kravtíð minus 2%, um kravtíðin varð klárað í 25 metra hyli. Triðbesta tíð í 50 frí hjá kvinnum á HM í Rom var til dømis 23.99 sekund, sum gav kravtíð 23.99 + 7% = 25.67 sekund í 50 metra hyli, og 25.67 – 2% = 25.16 í 25 metra hyli. Hetta við at leggja ein prosentsats afturat triðbestu tíð frá seinast, er nú skipanin sum generelt verður nýtt til áseting av kravtíðum hjá SSF, uttan til Oyggjaleikir, har kravtíðin nú er silvurmerkjatíðin frá seinast.
Altjóða svimjisambandið FINA ásetti so nú tann 21. januar sínar egnu kravtíðir til HM í Shanghai 2011, sum sjálvsagt eru ófrávíkiligar. Londini kunnu ikki longur sjálvi velja at senda tveir luttakarar við til hvørja einstaku kapping á HM, um ikki báðir klára eina rættiliga harða “A” kravtíð. Men londini kunnu senda éin luttakara til hvørja einstaku kapping á HM, um viðkomandi klárar eina eitt sindur linari “B” kravtíð. Og um eingin svimjari úr landinum klárar nakra kravtíð, so kann landið velja at senda éin mannligan og éin kvinnuligan luttakara til heimsmeistarastevnuna, líka mikið hvørja tíð tey klára. Sí skjalið her, til at lesa nágreiniligu orðingina hjá FINA.
Eg havi spurgt meg fyri hjá FINA, um hvussu tey áseta sínar “A” og “B” kravtíðir. Sjálvur FINA stjórin Cornel Marculescu svaraði, at skipanin er hendan:
Kravtíðir í greinum sum eisini eru OL greinar:
- “A” kravtíðirnar eru tær somu sum “A” kravtíðirnar til OL í Beijing í 2008 (sum vóru miðal 16. pláss á alheims styrkilistanum 2004/2005… uttan í 200 bringu og 200 rygg, har tær vórðu justeraðar avtíð at hesar tíðir vóru verri enn tær til OL í Athen í 2004)
- “B” kravtíðirnar eru “A” kravtíðirnar pluss 2.5% (har “B” kravtíðirnar til OL í Beijing í 2008 vóru “A” kravtíðirnar pluss 3.5%)
Kravtíðir í greinum sum ikki eru OL greinar:
(50 rygg, 50 bringa, 50 firvald, 800 frí menn, 1500 frí kvinnur)
- “A” kravtíðirnar eru 25. pláss á HM í Rom í 2009
- “B” kravtíðirnar eru 25. pláss á HM í Rom í 2009 pluss 2.5%
Starvsnevnd SSF staðfesti við at samanbera kravtíðirnar hjá okkum við tær hjá FINA, til Shanghai 2011, at ógvuliga lítil munur var á okkara kravtíðum, og hesum “B” kravtíðum hjá FINA. Sum heild er talan um eina lítla linking av kravtíðum, sum tó samstundis herðast við tað at tey nú skulu klárast á serliga útvaldum kappingum (uttanlanda) í 50 metra hyli, og við tað at “B” kravtíðin bara gevur atgongd til HM hjá éinum føroyskum svimjara í hvørjari kappingargrein. “A” kravtíðirnar eru væl harðari enn upprunaligu kravtíðirnar hjá SSF; og ein skjótt avgerð varð tí tikin um, at innføra krøvini hjá FINA nágreiniliga sum tey eru, eisini um krøv hjá okkum.
Starvsnevndin avgjørdi formliga á sama fundi, at brúka somu skipan og sama prosentsats til útrokning av kravtíðum til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í 2010, sum nýtt var til NJM 2009. Hesar síggjast tí her á ssf.fo.
Og at enda kom hitt eisini uppá pláss, við sorteringini av metum á offisiellu metlistunum hjá SSF. Ein rímiliga einfaldur spurningur, sum tó var eitt sindur trupul at loysa reint tekniskt, um ikki skipanin skuldi gerast óneyðuga kompleks.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu