Turið knústi føroyska metið í 200 bringu

Tveir av trimum døgum eru nú avgreiddir á Reykjavík International Games 2010, við avbera góðum føroyskum úrslitum. Leirviksgentan Turið S. Christiansen setti í dag tvær ferðir føroyskt met í 200 bringu, bæði sum senior og junior, hóast hon enn ikki er nóg gomul til at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni. Birita Debes setti tvær ferðir juniormet í 100 rygg, og Monika Biskopstø setti tvær ferðir juniormet í 200 frí.Turið S. Christiansen úr Ægir byrjaði við at seta føroyskt met og juniormet í 200 bringu, tá i hon í innleiðandi riðlunum svam 2:47.76, har metið hjá Maluna V. Bærendsen frá Reykjavík International í 2008 var 2:50.31. Hetta var í sær sjálvum eitt megnarbragd, tá ið hugsað verður um at Turið er bara 13 ár, og at hendan grein er ein av teimum sum Malan vann gull í á Oyggjaleikum í fjør summar. Men Turið var ikki liðug, tí í finaluni seinnapartin skar hon næstan trý sekund afturat av metinum, so at tað nú eitur 2:44.81. Fimm eitt hálvt sekund betri enn føroyska metið frá í gjár, og nóg gott til at vinna silvur nú í seniorkappingini í Reykjavík.

Turið S. Christiansen

Birita Debes úr FLOT vann eisini silvur í seniorkapping í dag, tá ið hon tvær ferðir betraði um sítt juniormet í 100 rygg. Fyrst svam hon 1:09.38 í innleiðandi riðlunum í morgun, har juniormetið hjá henni frá HM í Rom í fjør summar var 1:10.30, og í finaluni svam hon so enn skjótari, 1:08.79. Tað er ringt at seta orð á hvussu stóran týdning ein betring á 1.51 sekund hevur, tá ið hugsað verður um at Birita sum allir hinir svimjararnir ikki longur sleppur at brúka hesar sonevndu “superdraktir”, ið hon brúkti til at seta juniormet í á HM í Rom í fjør summar.

Monika Biskopstø úr Ægir setti eisini tvey juniormet, tá ið hon í 200 frí fyrst svam 2:17.53 í innleiðandi riðlunum, og síðani 2:15.56 í finaluni. Ein ófør betring hjá klaksvíksgentuni, sum á somu stevnu í fjør svam 2:22.75. Eingin átti enn juniormetið, eftir at Svimjisambandið umskipaði sínar aldursbólkar í 2008, men ein kravtíð varð tá sett á 2:18.14, ið Monika sostatt væl og virðiliga kláraði.

Annars var besta úrslit í dag, at Magnus Jákupsson megnaði at vinna bronsu í 50 metra rygg fyri seniorar, sum 16 ára gamalur í kapping við 19 og 20 ára gamlar menn. Eyðbjørn Joensen og Alvi Hjelm svumu nakrar óførar tíðir í 400 frí, so at teir við ávíkavist 4:33.72 og 4:34.70 gjørdust nummar 9 og 10 í seniorkappingini, og saman við Óla Mortensen á 4:41.68 nummar 1, 2 og 3 í kappingini fyri árgang 1996 og yngri. Magnus Jákupsson betraði seg til 2:16.26 og eitt fjórðapláss í 200 rygg, og 12 ára gamla Tanja Skaalum svam í A-finalunum í bæði 50 og 200 metra bringusvimjing.

Reykjavík International Games heldur áfram í morgun sunnudag. Til ber at fylgja við á www.svimjing.com og www.svimjing.com/live, umframt á heimasíðum hjá Svimjisambandinum og føroyskum svimjifeløgum: www.ssf.fo, www.fsvim.com, www.hs.fo, www.susvim.com, www.aegirsvim.com. Heimasíðan hjá Reykjavík International er www.rig.is, men tað stendur meira um sjálva svimjistevnuna á heimasíðuni hjá vertsfelagnum Ægir, www.aegir.is.

Live úrslit frá svimjistevnuni síggjast her:
http://www.sfaegir.xtreemhost.com/rig2010/

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.