Svimjisamband Føroya sendi í morgun 16 ungar svimjarar til Íslands á venjingarlegu, at venja í 50 metra svimjihyli. Venjarar á ferðini eru Sonni Eliasen og Karina Petersen úr Fuglafirði, og afturat teimum senda Ægir og Suðuroyar Svimjifelag hvør sínar 5 svimjarar til Íslands, at venja á eini síðuleypandi venjingarlegu.
Ungdómslandsliðið eru svimjarar sum hava aldur til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Helsinki ella til Norðurlendsku UngdómsMeistarastevnuna í Oslo í summar, ið vóru úttiknir til landsliðið á úttøkustevnuni í Klaksvík í november. Til stuttleikar kann nevnast, at tey onkran dag sleppa at svimja uttandura, nú tey fara til Íslands.
Hóparnir skulu venja í Laugardagshøllini í Reykjavík fram til fríggjadagin tann 15. januar, tá ið altjóða svimjistevnan Reykjavík International byrjar. Og tá koma tey 26 og einir 14 svimjarar afturat úr Svimjifelagnum FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag og Havnar Svimjifelag at kappast har, dagarnar 15. – 17. januar, soleiðis at føroyska luttøkan har verður einir 40 svimjarar.
Tey 16 landsliðssvimjararnir eru:
- Astrið Foldarskarð (FLOT)
- Birita Debes (FLOT)
- Jóhann Heðinsson (FS)
- Jóhanna Egholm (FS)
- Jonna B. Thomsen (FS)
- Poula Ø. Mohr (FS)
- Guðrun Mortensen (SuSvim)
- Helena Sævarsdóttir (SuSvim)
- Tanja Skaalum (SuSvim)
- Sofus Bech (SuSvim)
- Cecilia Eysturdal (Ægir)
- Monika Biskopstø (Ægir)
- Turið S. Christiansen (Ægir)
- Bjarni M. Petersen (Ægir)
- Heðin L. Olsen (Ægir)
- Magnus Jákupsson (HS)
Venjarar:
- Karina Petersen
- Sonni Eliasen
Ferðaleiðarar:
- Marit Skaalum
- Niels Pauli Eysturberg
Afturat teimum hevur Ægir so fyriskipað fyri eini síðuleypandi venjingarlegu, har 10 svimjarar úr Ægir og Suðuroyar Svimjifelag skulu venja saman, við Petur Heðin á Fløtti sum venjara. Og eftir Reykjavík International skipar Havnar Svimjifelag fyri sína egnu venjingarlegu, eina viku fram til tann 25. januar, við luttøku av sínum egnu svimjarum og onkrum einstøkum afturat úr Svimjifelagnum FLOT.
Føroyska ungdómslandsliðið kemur aftur tann 18. januar.
Ein rúgva av venjarum, leiðarum og foreldrum eru við á ferðini, og vit fara tí óivað at hoyra mangt áhugavert úr Íslandi, hesar næstu tvær vikurnar, á til dømis www.ssf.fo og www.svimjing.com, umframt á heimasíðum hjá føroyskum svimjifeløgum, www.aegirswim.com, www.fsvim.com, www.hs.fo og www.susvim.com.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu