Á øðrum degnum á FINA World Cup í Moskva lukkaðist tað hjá Pál. Ein framúrskarandi 1500 metur, væl svomin og sigurin var ongantíð í iva. Tá avtornaði vann Pál við tíðini 14:32.64 næstan sjey sekund framman fyri Vitaly Romanovich úr Russlandi, ið gjørdist nummar tvey við tíðini 14:39.51, á triðja plássið var danin Mads Glæsner, ið átti gamla norðurlendska metið við 14:38.87 frá FINA World Cup í Stockholm seinasta heyst.
Um allan heim vekir avrikið hjá Pál áhuga, kenda amerikanska svimjiblaðið SwimmingWorld Magazine vísir her á, at Pál var eisini bara fá sekund frá World Cup metinum á 14:29.51 hjá sjálvum Grant Hackett, ið enn eigur heimsmetið á langgeil. Tað metið varð sett heilt afturi í ár 2000.
Men’s 1500 free: Pal Joensen, from the tiny country of Faroes Island, ran away with the distance freestyle event when he clocked a 14:32.64. That performance broke his previous national record of 14:39.99 set in December 2008. He also finished just a few seconds off the World Cup record of 14:29.51 set by Grant Hackett back in 2000.
Úr Moskva ljóðar at Pál er ikki helt nøgdur við tíðina av tí Pál var so stutt frá World Cup metinum hjá Grant Hackett.
Við hesum úrsliti hevur Pál Joensen sligið navn sítt fast sum ein av bestu langteinasvimjarum í heiminum.
Tað er stuðulin til úrvalsíttrótt, ið hevur gjørt tað møguligt at senda Pál við venjara sínum Jón Bjarnasyni og leiðara/fysioterapeuti Thurid Kjærbo til Moskva. Næsta kapping í World Cuppinum verður í Stockholm 10. og 11. november tá Pál aftur skal svimja 400 og 1500 frí svimjing.
Lesið meira á www.svimjing.com, www.susvim.com og www.ssf.fo