Svimjisambandið hevur ásett kravtíðir fram til HM í 2011
Svimjisamband Føroyar hevur á starvsnevndarfundi herfyri samtykt kravtíðir til fylgjandi altjóða meistarastevnur, í samráð við landsliðsnevnd og høvuðsvenjararnar í føroysku svimjifeløgunum:
NUM/NJMbruttohóp til í Reykjavík í januar 2010
Evropeisku JuniorMeistarstevnuna í Helsinki í juli 2010
Evropeisku Meistarastevnuna í Budapest í august 2010
Evropeisku Meistarastevnuna á stuttgeil í november 2010*
Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í desember 2010*
HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil í Dubai í desember 2010
Oyggjaleikir á Isle of Wight í juni 2011
HeimsMeistarastevnuna í Shanghai í juli 2011
*Endaligu kravtíðirnar ikki ásettar enn, av undanfarna stevna ikki hevur verið svomin enn, og útrokningargrundarlagið tí ikki er kent.
Talan er um eina gjøgnumgangandi kravtíðarskipan, har allar kravtíðir verða ásettar í mun til tað sum tað kravdi at vinna heiðursmerki á undanfarnu stevnu av sama slag. Vit kenna skipanina frá Oyggjaleikum, har kravtíðin teir seinastu nógvu Oyggjaleikirnar hevur verið fyrst sættbesta tíð á seinastu leikum, síðani fimtbesta, og nú at enda triðbesta tíð frá Oyggjaleikum á Rhodos, til at sleppa við til Oyggjaleikir á Álandi í summar. Ein einføld skipan sum øll hava skilt og tikið til sín, og sum vit tí ynskja at víðka til at umfata eisini luttøku á øðrum altjóða meistarastevnum.
Svimjisambandið hevur til HM, EM, EJM og NJM valt at leggja ein prosentpart afturat veikastu heiðursmerkjatíð, heldur enn at velja til dømis 20. bestu tíð, av tí at serliga EM-, EJM og NJM-stevnurnar eru merktar av at hava ein lítlan men ógvuliga sterkan hóp í ávísum kappingargreinum. Besta dømið er norðurlendska juniormeistarastevnan, har tær fáu tjóðirnar sum luttaka eru millum heimsins sterkastu svimjitjóðir, og tað tí einki forgjørt er í at fáa eitt flott fimta- og síðstapláss í til dømis 200 firvald. Vit kunnu her ikki áseta at kravtíðin til dømis er 10. ella 5. pláss, uttan at risikera at tað sum oftast verða okkara egnu úrslit sum avgera kravtíðina til næstkomandi stevnu, heldur enn úrslitini hjá okkara kappingarneytum.
Til at gera skipanina so einfalda sum gjørligt, hevur Svimjisambandið tí avgjørt leggja ein prosentpart afturat veikasta heiðursmerkjatíð á undanfarnu stevnu av sama slag, til tær meistarastevnur har vit ikki regluliga kunnu vænta okkum at vinna heiðursmerki. Hugt hevur verið at menningini hjá okkara svimjarum, og at menningini í heiðursmerkjatíðum á undanfarnu altjóða meistarastevnum, og út í frá hesum hevur Svimjisambandið so í samráð við høvuðsvenjarar og landsliðsnevnd ásett fylgjandi kravtíðir til komandi HM, EM, EJM og NJM.
Evropeisku JuniorMeistarstevnuna í Helsinki í juli 2010: Veikasta heiðursmerkjatíð + 6%
Evropeisku Meistarastevnuna í Budapest í august 2010: Veikasta heiðursmerkjatíð + 7%
HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil í Dubai í desember 2010: Veikasta heiðursmerkjatíð + 7%
HeimsMeistarastevnuna í Shanghai í juli 2011: Veikasta heiðursmerkjatíð + 7%
Kravtíðir til EMS 2010 og NJM 2010 bíða, av tí at EMS 2009 og NJM 2009 fyrst verða nú í desember 2009, og vit tí ikki enn kenna støðið sum kravtíðirnar til 2010 skulu roknast út í frá. Kravtíðirnar skulu mest sannlíkt herðast eitt vet, við tað at hóparnir sum er eru ríkiliga stórir til bæði EMS 2009 og NJM 2009. Men spurningurin er um Svimjisambandið nýtist at minka um prosentini sum verða løgd afturat, ella um krøvini sjálvvirkandi herðast, nú bæði EMS og NJM vegna sokallaður “superdraktirnar” mest sannlíkt verða skjótari enn nakrantíð.
Herd Oyggjaleikakrøv
Til Oyggjaleikir verða kravtíðirnar herdar, frá at vera triðbesta tíð á undanfarnu leikum, til nú at verða silvur- ella gull-tíð á undanfarnu leikum. Hetta tí at gongdin á seinastu fýra Oyggjaleikum benda á, at tað á Oyggjaleikum á Isle of Wight fer at krevja umleið eina silvurmerkjatíð frá Oyggjaleikum á Álandi, at vinna eitt bronsuheiðursmerki á Isle of Wight. Svimjisamband Føroya ynskir avgjørt at fáa minst líka góð úrslit á Oyggjaleikum á Isle of Wight, sum á Oyggjaleikum á Álandi í summar, og herdu kravtíðirnar skulu tí meira skiljast sum ein ábending um hvat ið krevst til at endurtaka succésina, enn sum eitt ynski um at minka um hópin.
Allar kravtíðirnar eru við tí fyrivarni, at stóra framgongdin í føroyskari svimjing fer at halda áfram, líka mikið um “superdraktirnar” verða bannaðar í 2010. Hesir svimjibúnar hava seinastu tíðina fingið eina stóran part av æruna fyri til dømis tey 200 heimsmetini sum hava verið sett síðani februar 2008, tá ið fyrsta “superdraktin” kom á marknaðin, og Svimjisambandið fer tí at halda eitt vakið eyga við, um altjóða støðið lækkar markant, nú svimjarar ikki longur sleppa at brúka tær, eftir 1. januar 2010. Men øvut hava vit alla orsøk til tó so at kunna vænta framgongd í føroyskari svimjing, við tað at umstøðurnar her heima enn kunnu betrast nógv, bæði á landi og í vatni.
Nýggj reglugerð um úttøku
Svimjisambandið hevur hevur á sama starvsnevndarfundi sett eina nýggja reglugerð í gildi, um úttøku og kravtíðir. Vónin er at henda reglugerð fer at gera úttøkurnar og mannagongdir enn meira gjøgnumskygdar.
Nýggja reglugerðin um úttøku og kravtíður sæst HER
Nýggju kravtíðirnar kunnu síggjast HER
Kalendarin hjá Svimjisambandi Føroya sæst á HER