Svimjiskúlin er nú av álvara byrjaður. Men innan at øll hesu ungu kunnu fáa frálæru í svimjiskúlanum, so skulu venjarar útbúgvast.
Hetta vikuskifti 28. og 29. august er skeið á Toftum og í farna vikuskifti var skeið í Suðuroy. Skeiðleiðarar eru Rúni Gaardbo og Pálin Olsen.
Næsta venjaraskeiðið hjá Svimjiskúlanum verður komandi vikuskifti.
Í Svimjisambandinum er tað Jórun Eið Johannesen, ið hevur ábyrgd av skeiðvirkseminum.