Stendur prísurin á Oyggjaleikum mát í mun til ítróttaliga støðið

Aðalfundur í Svimjisamband Føroya 23. mai 2009

Leygardagin var aðalfundur í Svimjisamband Føroya hildin í ÍSF-húsinum. Føroysku svimjifeløgini hittust, at viðgera farna tíðarskeðið. Í niðurløguni av frágreiðingi segði formaðurin, Jon Hestoy, soleiðis um Oyggjaleikir og kostnaðin: “Tað er ein stórur trupulleiki at kostnaðurin av oyggjaleikum er so høgur. Um Føroyar ynskir at vit skulu luttaka á einum stórum felags ítróttatilfaki, sum Oyggjaleikir, so átti stuðulin at verið væl hægri. Tá vit í ár skulu gjalda út við 10.000 krónur fyri hvønn luttakara, so kann ein ikki lata verða við spyrja, hvat verður so kostnaðurin um fýra ár tá Oyggjaleikir verða á Bermuda. Svimjingin er noydd at taka spurningin upp um prísurin á luttøkuni í Oyggjaleikum er rímiligur í mun til ítróttaliga støðið.” Oyggjaleikir, HM, EJM og EM á stutthylji fella øll sama ár og leggur stórar byrður á eitt sersamband sum Svimjisambandið.

Greiðar reglur fyri persónligar sponsoravtalur
Avgjørt var at Svimjisambandið skal gera greiðar reglur fyri hvuss persónligar sponsoravtalur kunnu gerast, eins og at hesar skulu góðkennast bæði av felagi og Svimjisambandið. Aðalfundurin avgjørdi at eykaaðalfundur skal verða hildin 29. august har uppskot um Reglur fyri persónligar sponsoravtalur skal gerast, í hesum sambandi skal eisini gerast ein sáttmáli millm svimjarar og Svimjisambandið, tá ið svimjarar verða úttiknir til landsliðið.
Val av nýggjari nevnd var útsett til eykaaðalfundin 29. august.

Vælnøgd við FM – JM og UM
Í ár er nýtt bólkabýti sett í gildið, við trimum árgansbýttum bólkum eins og at ein Juniorbolkur verður svomin saman við Føroyameistarastevnuna. Bæði bólkabýtið og at, tað verður gjørt nógv burturúr meistarakappingunum fekk stóra undirtøku frá feløgunum. Avrátt var at Svimjinevndin skal arbeiða við einum bólki 4, har nýggir svimjarar fáa møguleika fyri at svimja 25 metrakappingar og onnur undirhaldandi innsløg skulu verða.

Niðanfyri frágreiðingin til aðalfundin:

Frágreiðing til aðalfundin hjá
Svimjisamband Føroya

Fyri tíðarskeiðið 25. oktober 2008 til 23. mai 2009

talentlid

Orsaka av umlegging á seinasta aðalfundi eru bert 7  mánaðari síðani seinasta aðalfund. Á sama aðalfundi var avgjørt at roknskaparárið skuldi fylgja kalendaraárinum, sostatt leggja vit ein roknskap fram í dag, ið er fyri tíðarskeiðið 1. september til 31. desember 2008.

Avbjóðingarnar hava verðir nógvar hesu farnu 7 mánaðirnar, vónandi kenna vit øll at kósin er sett rættan veg. Lat meg beinanvegin siga at nógv er eftir at gera.

Nevndararbeiðið

Nevndararbeiðið hevur sum heild gingið væl. Starvsnevndin var økt úr 3 upp til 5 limir á seinasta aðalfundi og hevur tað verið ein styrki at vit eru tvey afturat. Aftaná aðalfundin 25. oktober er nevndin henda: Jon Hestoy, formaður (nývaldur), Maud Poulsen, næstformaður, Jórun Eið Johannesen, Skrivari, Andrea Eldevig (nývald) og Palli Eysturberg (nývaldur).

Av nýggjum tiltøkum er ein starvsnevndarlimur tilknýttur hvørja nevnd sum bindilið, ein skipan, ið hevur virkað hampuliga.

Av nýggjum nevndin er sett Landsliðsnevnd, ið hevur ábyrgd av at skipa landsliðsarbeiðið, eins og nevndin ger úttøkutreytirnar. Í Landsliðsnevndini sita Rókur í Jákupsstovu, Elmar Ósá og Ian Skylv Hansen, Palli Eysturberg er bindilið.

Hinar nevndirnar eru Svimjinevndin: Maria Danielsen, formaður, Øssur Mohr og Rói Hjelm (nývaldur), Andrea Eldevig er bindilið. Útbúgvingarnevndin: Rúni Gaardbo, Pálin Olsen, Halda Olsen og Rókur í Jákupsstovu, Jórun Eið Johannesen er bindilið.

Skrivstovan
Seinastu mánaðirnar hevur skrivstovan verið mannað av Djóna Dalsgarð, aðalskrivara. Skrivstovan hevur fasta upplatingartíðir týsdag og mikudag millum 8 og 12. Hetta hevur gjørt avgreiðslur hjá Svimjisambandinjum væl meira smidligar.

Kassameistari
Eli Stakksund játtaði at halda fram sum kassameistari eftir seinasta aðalfund, so fíggjarviðurskiftini liggja í góðum hondum.

Vitjan hjá feløgunum
Nevndin hevði ætlan um at vitja øll svimjifeløgini, tíverri náddu vit  bert helvtina, vitjað var hjá Suðuroyar Svimjifelag, Ægir og Reka. Sera áhugaverdir fundir og vónandi náa vit í minsta lagið øll feløgini minst einaferð komandi skeiðið.

Kunning/Pr
Tað hevur hepnast heilt væl at fáa svimjitíðindi í fjølmiðlarnar, tó má sigast at nú fótbólturin er byrjaður aftur, so er væl truplari at fáa svimjitíðindi í bløðini. Kringvarpi hevur dekkað svimjing rættiliga væl og hæddarpunktið var fyrst í hesum mánaðinum tá sent var í góðar 4 tímar frá FM og JM í høllini i Havn.
Heimasíðan hjá Svimjisambandinum er løgd yvir í eina aðra skipan, og arbeitt verður nú við at savna alt viðkomandi tilfar á síðuna. Svimjing.com, ið er ein privat síða hevur virkað sera væl sum tíðindaberi og kjaksíða innan svimjing. Styrkin í síðuni er millum annað at hon er óheft av Svimjisambandinum og har fer eitt sera áhugavert kjak fram.

Útbúgving

Seinastu mánaðirnar hevur ikki verið lagdur nóg stórur dentur á útbúgving, tó vi undantak av svimjiskúlanum. Arbeiði við at seta á stovn svimjiskúla, er við at koma í fasta legu. 2 skeið hava verið fyri venjarar. Eitt við Gøtugjógv og eitt í Havn. Skúlaverkið hevur tikið væl ímóti merkjaskipani. LMS setti 2 skeið á skránna seinasta skúlaár, hvørt skeiðið var býtt sundur í 2 partar. Øll skeiðini vóru fullteknað. Næsta skúlaár bjóðar LMS aftur 1 skeið. Skeið fyri venjarar verða løgd inn í kalendaran hjá SSF.

Merkjaskipanin er broytt, so at 2 merkir eru komin afturat. Tað, sum fyrr var vatnmerki, pingvin og kópahvølpur, er nú býtt sundur í, vatn-, hvala-, skjaldbøku-, pingvin- og kópahvølpamerki. Í nýggju skipanini er størri dentur lagdur á streamline og andadráttin.

Trupulleikar hava verið við merkjunum og diplomunum. Postverkið umsat merkini, men tann avtalan er uppsøgd, so nú verða merkini keypt beinleiðis frá SSF.

Arbeitt verður við at fáa serstakan stuðul til Svimjiskúlan, soleiðis at børnini kunnu fáa bæði prógv og merki tá ið tey hava staðið royndina. Hetta hevði eisini lætt um skipanina viðvíkjandi umsiting av sølu av merkjum, nú Postverkið ikki ger tað meira.

Av øðrum útbúgvingin hevur einki verið boðið út. Hetta er heilt greitt eitt øki, har nógv størri dentur skal leggjast komandi ári, og tað er av alstórum týdningi, at útbúgving verður løgd beinleiðis inn í kalendarin komandi.

Svimjisambandið er fari inn í norðurlendska samstarvi um svimjiundirvísing, NEG. NEG, sum stendur fyri Nordic Education Group, er ein arbeiðsbólkur undir tí Norðurlendska Svimjisambandinum.

Annahvørt ár skipar NEG fyri eini konferansu skiftivís millum londini. Og fyri at øll kunnu vera við í samskiftinum, so fer alt samskiftið fram á enskum sjálvandi.

Seinasta ár var stór konferansa uppi í Íslandi, luttakaratalið var 120, og má tað sigast at vera methøgt. Vanliga plagar tað at vera uml. 60-70 luttakarar.

Í 2010 verður konferansan í Asker, stutt norðan fyri Oslo.

SSF vil eisini vera við í hesum mennandi arbeiðnum. Á fundi, sum var í Stokkhólmi fyri 14 døgum síðani, stóð okkum í boði at verða vertir fyri konferansuni í 2012, og tað tóku vit sjálvandi av. Okkara umboð í NEG er Jórun Eið Johannesen.

Endamálið við NEG og konferansunum er m.a.:

  • at menna ta grundleggjandi svimjiundirvísingina í norðurlondunum
  • og at kunna um nýggja vitan innan svimjilæruna.

Ungdómurin og breiddin

Av ungdómarbeiðið, hevur verið skipað fyri talentlandsliðsvenjingar, fyrsta venjingin var seinasta vikuskifti í november og har vóru 29 luttakarar, næsta venjing var seinasta vikuskifti í februar og tá vóru 38 svimjarar, ið kláraði kravtíðirnar. Tey, ið hava staðið fyri hesum venjingum eru: Rúni Gaardbo og Jóhan Martin Poulsen, venjarar og Jórun Eið Johannsen, leiðari.

Talentlandsliðið var eisini til Reykjavík International Games, RIG. Har vóru 13 svimjarar úttiknir á liðið. Umframt hesi trettan luttóku eisini Suðuroya Svimjifelag og Havnar Svimjifelag. Úr HS 9 svimjarar og úr Susvim 15 svimjarar, so tilsamans vóru 37 føroyskir svimjarar í kapping í Laugardalshøllini. Liðið til RIG var: Úr Svimjifelagnum Flot: Astrid Foldarskarð og Birita Debes. Úr Fuglafjarðar svimjifelag: Poula Ø. Mohr og Hildur á Fløtti. Úr Svimjifelagnum Ægir: Monika Biskopstø, Cecilia Eysturdal, Bjarni M. Petersen. Úr Havnar Svimjifelag: Bjørg Seloy, Dagmar M. Winther og Magnus Jákupsson. Úr Suðuroyar Svimjifelag: Katarina S. Lamhauge, Helena Sævarsdóttir og Jón Hofgaard. Venjarar vóru: Jóhan Martin Poulsen og Rúni Gaardbo. Leiðarar á ferðini vóru Jórun Eið Johannesen og Palli Eysturberg.

Seinasta tilboðið til talentlandsliðið innan summafrítíðina er DÅM har 18 svimjarar hava klára kravtíðina.

gryla

Av tilboðum, ið hava eitt breiðari sikti, má eg taka Føstustevnuna, ið Fuglafjaðar Svimjifelag skipaði fyri fram. Sera væleydnaður dagur, har tilboðini vóru sera ymisk: Hockey og flogbólt yvir blendað net, hondbólt við dúgvusjón, golf-fótbólt og fjallarenning, svimjing og tunnusláttur. Grýlur og gávukekkar, ‘old boys’ og gávur til allar luttakarar. Sera gott tiltak, og vónandi fáa vit fleiri sovorðin komandi ár.

Meistarakappingar

Á kalendarafundinum seinast var avgjørt at broyta bólkabýtið. Hetta hevur givið nógv høvuðbrýggj í farna tíðarskeiðið, men nú tá ið tríggjar meistarakappingar eru farnar afturum, tykist flest at vera nøgd við broytingina. Bólkabýtta kappingin, ið nú eitur Meistarastevna fyri Ung var fyriskipað í Klaksvík og eydnaðist sera væl. Á eftirmetingarskjølunum vóru metingarnar fyri størsta partin positivar.

fm

8. til 10. mai var so FM og JM fyriskipað í Havn. Kringvarpið var við aftur í ár, og sendi í góðar 4 tímar frá finalunum fríggjakvøldið og leygarkvøldið. Høllin var skrýdd til hetta høvið og uppsetingin var broytt í mun til undanfarin ár. Samanumtikið ein væleydnað meistarastevna. Eisini her vóru eftirmetingarskjølini fyri størsta partin positiv.

Síðani broytingin fór fram, hevur verið ein viss ónøgd við bólkabýtið, serstakliga hava røddir verið frammi, ið meta at forskotna bólkbýtið ger at dreingirnir koma ov seint í gongd. Tað hevði verið áhugavert at hoyrt um aðalfundurin metir at vit hava tørv á einum bólki 4 fyri dreingir?

Annars varð avgjørt at fara fram soleiðis:
Við virknaði frá 1. sept. 2008 er fylgjandi galdandi:
Bólkabýti:

Bólkur 3 dreingir eru: dreingir ið fylla 12 ár í kalendaraárinum, og yngri.
Bólkur 3 gentur eru: gentur ið fylla 10 ár í kalendaraárinum, og yngri.

Bólkur 2 dreingir eru: dreingir ið fylla 13 ár, og í mesta lagi 14 ár, í kalendaraárinum.
Bólkur 2 gentur eru: gentur ið fylla 11 ár, og í mesta lagi 12 ár, í kalendaraárinum.

Bólkur 1 dreingir eru: dreingir ið fylla 15 ár, og í mesta lagi 16 ár, í kalendaraárinum.
Bólkur 1 gentur eru: gentur ið fylla 13 ár, og í mesta lagi 14 ár, í kalendaraárinum.

Junior dreingir eru: dreingir ið fylla 18 ár í kalendaraárinum, og yngri.
Junior gentur eru: gentur ið fylla 16 ár í kalendaraárinum, og yngri.

Bólkaskifti:
Bólkaskifti fer fram um árskifti.
T.v.s. at svimjari endar í ávísum bólki 31. desembur, og byrjar í nýggjum 1. januar, árið eftir.

Juniormet:
Juniormet kunnu setast av svimjarum ið lúka treytirnar at verða junior, ið eru nevndar omanfyri.

Elitan

Ein øgiliga stórur partur av orkuni í Svimjisambandinum verður brúkt til okkara bestu svimjarar. Tað var tí við stórari gleði at síggja at Løgtingið avgjørdi at seta 600.000 krónur av til úrvalsítrótt í 2009. Av hesum 600.000 eru 350.000 játtaðar til Svimjisambandið, oyramerktar til arbeiðið við Pál Joensen. Hesir pengar geva møguleika fyri at arbeiða meira miðvíst, og koma hesi tiltøk allar landsliðsvimjaranar til góða.

Síðani seinasta aðalfund hava vit havt svimjarar til hesar kappingar uttanlanda: World Cup í Malmø, har Pál Joensen luttók saman við venjari sínum Jón Bjarnasyni. NJM í Södertälje har Hildur á Fløtti úr FS og Helna Sævarsdóttir úr Susvim, luttóku. Petur Heðin á Fløtti var venjari og Maud Poulsen ferðaleiðari. EM í stuttum hyli í Riejka har svimjararnir vóru Kári J. á Høvdanum úr FS og Pál Joensen, Shaila millum Garðarnar og Mona Simonsen úr Susvim, venjarar vóru Jón Bjarnson og Petur Heðin á Fløtti, leiðari var Rókur í Jákpsstovu. Eisini høvud vit lið til Reykjavík International Games, sí lista omanfyri.. Harumframt hava føroysk feløg luttikið í RIG og Donsku Langbanameistarastevnuna.

Hvussu skipað vit okkara landsliðsarbeiðið, hvussu úttaka vit svimjarar, hvørjar treytir seta vit okkara bestu? Nógvir spurningar og ikki altíð so lætt at svara.

Vit hava valt at ikki arbeiða við einum fastum landsliðsvenjara, men heldur at úttaka venjarar til hvørt einkult tiltak. Úttøkutreytir hevur verið ein afturvendandi trupulleiki, og eri eg sera fegin um tað arbeðið, ið Landsliðsnevndin hevur gjørt við kravtíðum til ymsu kappingarnar. Grundarlagið er triðjapláss á seinastu trimum kappingunum og til tað tíðini verður lagdur ein prosentpartur. Eisini eru gjørdar tvær úttøkutreytir til NJM, ein fyri fyrstárs juniorar og ein fyri annaðárs juniorar. Annars er aldursbýtið til NJM soleiðis:
3.2. I mästerskapan tävler:
– pojkar som under kalenderåret fyller 16 och 17 år
– flickor som under kalenderåret fyller 14 och 15 år

í januar fór svimjisambandið undir eitt samstarv ið Estiska professarin, Rein Haljand. Fyrst høvdu vit svimjara í Estlandi til kanningarnar, og afturmeldingarnar vóru sera positivar. Tí var avgjørt at gera eina langtíðaravtalu við Rein, soleiðis at hann kemur til Føroya tværeis um árið og kannar føroyskar svimjarar. Hesar kanningar og útgreiningar geva sera gott grundarlag undir at fáa allar okkara svimjara at svimja skjótari, ikki bara teir svimjarar, ið er við til kanningarnar, men eisini allar hinar.

Rein var fyrstu ferð í Føroyum 26. til 29. mars har kannaðir vóru 16 svimjarar, og var hetta er sera væleydnað vikuskifti. Ætlanin er at hann skal koma aftur í oktober.

Seinasta freist at klára oyggjaleikakravtíðina var 17. til 19. apríl. Tá avtornaði vóru 12 svimjarar, ið høvdu klárað krøvini. Liðið til Oyggjaleikir á Álandi er hetta:
Úr Flot:
Birita Debes

Úr Fuglafjarðar Svimjifelag
Kári Jóannesarson á Høvdanum, Pauli Ø. Mohr, Poula Ø. Mohr

Úr Havnar Svimjifelag:
Guðrun Holm Jacobsen, Andras Thomsen, Bjørg Seloy

Úr Suðuroyar Svimjafelag:
Katarina Lamhauge, Malan Vitalis Bærendsen, Mona Simonsen, Pál Joensen, Shaila millum Garðarnar

Venjarar eru:
Kristian Martin Joensen, HS
Petur Heðin á Fløtti, FS
Jón Bjarnason Susvim

Leiðarar eru:
Palli Eysturberg, høvuðsleiðari
Maria Danielsen, liðleiðari
Thurid Kjærbo, fysioterapeutur.

Til FM/JM var seinasta freist at klára krøvini til HM og til EJM. Til EJM var ein svimjari undir kravið og var tað Pauli Øssurson Mohr. HM-kravtíðin vóru tað hesi svimjarar, ið kláraðu:
Úr Susvim: Pál Joensen og Shaila millum Garðarnar.
Úr FS: Kári J. á Høvdanum og Pauli Øssurson Mohr
Úr Flot: Birita Debes.
Pauli Øssurson Mohr hevur avgjørt at satsa uppá EJM hesu ferð og verður sostatt ikki við til HM í Róm.

Niðurløga

Svimjingin í Føroyum tekur stór stig frameftir, vit hava sera góðar bólkasvimjarar og toppurin verður bara betur.

Hvussu skullu vit tryggja okkum at tað verður støðug framgongd og menning í føroyskar svimjing. Hvussu tryggja vit okkum at feløgini hava tað gott og menna seg.

Fíggjarliga orkan í samafelagnum er nógv minkað hetta seinasta árið, og merkist tað um allan ítróttin. Hetta ger avbjóðingina enn størri hjá feløgum og sambandið.

Tíðin beint framman fyri okkum hevur stórar avbjóðingar á ítróttaliga økinum. DÅM, Oyggajleikir, EJM og HM hesar kappingar liggja innanfyri eitt tíðarskeið uppá 8 vikur, til Oyggajleikir, EJM og HM eru fleiri svimjarar ið ganga aftur. Ein hørð og avbjóðandi skrá, og sera kostnaðarmikil. Tað er ein stórur trupulleiki at kostnaðurin av oyggjaleikum er so høgur. Um Føroyar ynskir at vit skulu luttaka á einum stórum felags ítróttatilfaki, sum Oyggjaleikir, so átti stuðulin at verið væl hægri. Tá vit í ár skulu gjalda út við 10.000 krónur fyri hvønn luttakara, so kann ein ikki lata verða við spyrja, hvat verður so kostnaðurin um fýra ár tá Oyggjaleikir verða á Bermuda. Svimjingin er noydd at taka spurningin upp um prísurin á luttøkuni í Oyggjaleikum er rímiligur í mun til ítróttaliga støðið.

Lat meg at enda takka fyri farna tíðarskeiðið og vit gleða okkum til komandi árið.

This entry was posted in Á breddanum, Felagsskapur. Bookmark the permalink.