Langbana kravtíðir til Oyggjaleikir á Álandi

Starvsnevndin hevur á fundi 7. januar 2009 samtykt fylgjandi:

Ad 2 Fundarfrágreiðingin varð lisin og góðkend við hesum viðm.:

Umrokningar:
– frá 25 m hyli til 50 m hyl: + 2%
– frá 50 m hyli til 25 m hyl: – 2 %

Oyggjaleikaúttøkan: ætlanin er ikki at broyta verandi kravtíði, men vit vilja opna møguleikan fyri at taka nakrar svimjarar afturat, um útrokningar vísa, at heiðursmerki eru í heintan til liðsvimjingarnar, soleiðis sum stendur í fundarfrágreiðingini frá Landsliðsnevndini:

”Landsliðsnevndin heldur, at úttiknir svimjarar eiga at kunna melda til fleiri kappingar enn tær sum teir hava klárað oyggjaleikakravtíðina til, so leingi sum hesar eyka kappingar ikki ávirka tær greinir sum teir eru úttiknir til. ‘Wildcard’ eigur at gevast til at kunna manna eina stafett í hvørjum kyni, um 3 aðrir svimjarar eru úttiknir.”

 

Sí kravtíðir her.

This entry was posted in Felagsskapur, Lógir og reglugerðir, Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.