Stór føroysk lúttøka í Reykjavík International

Um vikuskiftið verður stóra svimjikappingin Reykjavík International. Svimjisamband Føroya sendir eitt talentlandslið við 13 svimjarum avstað. Umframt hesi trettan luttaka eisini Suðuroya Svimjifelag og Havnar Svimjifelag. Úr HS eru 9 svimjarar og úr Susvim eru 15 svimjarar, so tilsamans eru 37 føroyskir svimjarar í kapping í Laugardalshøllin fríggjadag, leygardag og sunnudag.

Tríggjar heimsstjørnur til Reykjavíkar
Í ár er svimjikappingin partur av einum størri tiltaki, ið fevnir um fleiri ítróttagreinir. Føroyingar hava luttikið í hesari kapping í fleiri ár og við góðum úrslitum. Á heimasíðuni hjá svimjifelagnum Ægir í Reykjavík, ið fyriskipar svimjikappigina kunnu vit lesa, at tríggjar heimsstjørnur luttaka í kappingini. Tær eru norsku Alexander Dale Oen og Sara Nordenstam, ið bæði eru heiðursmerkjavinnarar frá olympisku leikunum í Beijing. Triðja heimsstjørnan er okkara egni Pál Joensen, ið millum annað skal svimja 1500 frísvimjing. Um Pál skrivar Ægir á heimasíðuni: „Frá Færeyjum heimsækir okkur aftur en hann er einn besti og efnilegasti langsundmaður Evrópu í dag.“ Stór orð frá okkara grannum „Úr Føroyum vitjar okkum aftur ein tann besti og evnaligasti langteinasvimjarin í Evropa í dag!“
Kappast verður fríggjadag kl. 16.30, leygardagin innleiðandi kl. 9.15 og finalur kl. 16.30, sunnudagin innleiðandi kl. 9.15 og finalur kl. 16.00. Allir teir stuttu teinarnir svimja tey við innleiðandi og finalum, meðan kappingarnar frá 400 og uppeftir eru sum beinleiðis finala, við skjótasta riðli seinnapartar.

Talentlandsliðið
Svimjisambandið fór í desember 2008 undir miðvíst talent/ungdómsarbeiði. Fyrsta tiltakið var ein venjingarlega í Klaksvík, og er luttøkan í Reykjavík ein partur av hesum arbeiðinum. Í hesum kappingarárinum er eisini ætlanin at hava tvær venjingarlegur afturat.
Talentlandsliðsvenjararnir Jóhan Martin Poulsen og Rúni Gaardbo úttóka á venjingarlegu í Klaksvík í 2008 trettan svimjarar at umboða Føroyar á Talentlandsliðnum. Teir eru: Úr Svimjifelagnum Flot: Astrid Foldarskarð og Birita Debes. Úr Fuglafjarðar svimjifelag: Poula Ø. Mohr og Hildur á Fløtti. Úr Svimjifelagnum Ægir: Monika Biskopstø, Cecilia Eysturdal, Bjarni M. Petersen. Úr Havnar Svimjifelag: Bjørg Seloy, Dagmar M. Winther og Magnus Jákupsson. Úr Suðuroyar Svimjifelag: Katarina S. Lamhauge, Helena Sævarsdóttir og Jón Hofgaard.
Á myndini vanta Helena S. Sævarsdóttir og Hildur á Fløtti. Leiðarar á ferðini eru Jórun Eið Johannesen og Palli Eysturberg.

Ferðalagið fer úr Vágum fríggjadagin 16. jan. kl. 11.15 og verður í Føroyum aftur mándagin 19. jan. kl. 15.15.

——

Samband fæst við ferðaleiðaran á telefon +298 597558

This entry was posted in Á breddanum, Kapping, Tíðindaskriv, Vinstri forsíðubjálki. Bookmark the permalink.