Talentlandsliðsvenjing í svimjing

Svimjisambandið skipaði fyri talentlandsliðsvenjing, fyrsta vikuskifti í desember. Úr øllum føroyum stevndu 29 svimjarar til Klaksvíkar, har tey høvdu tríggjar venjingar, fyrlestur við Lívar Nysted, ið greiddi frá hvussu ein menti sær sum einstaklingur og setti sær mál. Eisini var okkurt at stytta sær stundir við og var alt liðið í Atlantis bio, til eina hugnaliga løtu. Hesi 29 svimjarar vóru í aldrinum 11 til 16 ár og vóru 21 gentur og 8 dreingir úttiknir.

Skipað talentarbeiðið

Henda venjingarlega var fyrsta stig í einum skipaðum unglingaarbeiðið hjá Svimjisambandinum og eru vónirnar stórar til hesi ættarliðini. Svimjisambandið fer í januar at leggja skrá og úttøkutreytr fram til øll landsliðini hjá sambandinum.

Liðið

Svimjararnir á venjingarleguni vóru, úr Ægir: Cecilia Eysturdal, Bjarni M. Petersen, Alvi Hjelm. Úr Reka: Turið Christiansen, Heðin L. Olsen. Úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Poula Ø. Mohr, Jóhanna Egholm, Jónfríð Hansen, Óluva Jacobsen, Jonna B. Thomsen, Jóhann Heðinsson, Mørkin. Úr Svimjifelagnum Flot: Tróndur Olsen. Úr Havnar Svimjifelag: Guðrun H. Jacobsen, Kristina Eliasen, Magnus Jákupsson, Ólavur S. Petersen. Úr Suðuroya Svimjifelag: Sára Müller, Tanja Skaalum, Annika S. Olsen, Guðrun Mortensen, Jón Hofgaard. Venjarar vóru Jóhan Martin Poulsen og Rúni Gaardbo. Leiðari var Jórun Eið Johannsen.

This entry was posted in Á breddanum, Tíðindaskriv, Útbúgving, Vinstri forsíðubjálki. Bookmark the permalink.