Í fyrstu kapping sunnumorgunin setti Shaila millum Garðarnar nýtt føroyskt met í 50 frísvimjing. Tíðin hjá Shailu gjørdist 26,49 og nýtt føroyskt met. Shaila gjørdist nr. 53.
EM í svimjing fekk ein virðiligan enda fyri føroyska liðið. Seinasti svimjari í hylinum sunnumorgun var Pál Joensen, ið svam 200 frísvimjing. Tað gjørdi hann so sannlilig til fulnar føroyskt met á teimum fyrstu 100 metrunum við tíðini 0:51,82 og endatíðin uppá 1:46,61 eisini føroyskt met. Pál gjørdist nr. 28 av 62.
Innan kappingina hjá Páli hevði Mona Simonsen svomið 200 metra frísvimjing, hon fekk tiðina 2.10,25, ið er 27 hundraðpartar seinni enn tilmeldingaríðin. Millumtíðirnar eru:
29,93
33,06
1.02,99
33,66
32,03
1.07,26
2.10,35
Ið røkkur til eitt 41. pláss.
Til hesa EM-kaping hava føroysku svimjararnir sett hesi metini:
- Shaila millum Garðarnar: 26.49 í 50 frí – føroyskt met
- Pál Joensen: 51.82 í 100 frí – føroyskt met (útlegg á 200)
- Pál Joensen: 1:46.61 í 200 frí – føroyskt met
- Pál Joensen: 3:42.57 í 400 frí – føroyskt met
- Pál Joensen: 7:48.56 í 800 frí – føroyskt met (útlegg á 1500)
- Pál Joensen: 14:39.99 í 1500 frí – føroyskt met, besta juniortíð í heiminum nakrantíð
Samanumtikið er bara at siga at hetta hevur verið ein góð kapping fyri alt liðið. Føroyska liðið kemur eftur ætlan í Vàgarnar mánadagin 13:45.