Sum kunnugt byrjaði Havnar Svimjifelag eitt átak her fyrst í nýggja svimjiárinum, at fáa til vega fleiri útbúnar venjarar. Og nú eru so tey fyrstu 9 útbúgvin, eftir at hava verið á kvøldskeið tann 9., 18. og 25. september. Vit ætla at hava nakrar eyka ‘temadagar’ afturat her í heysthálvuni; men formliga eru tey altso svimjiskúlavenjarar nú
Tey nýútbúnu eru: Vár Jacobsen, Brynhild F. Jacobsen, Rúni K. Hansen, Dánjal Hestoy, Katarina Lamhauge, Marjun Eysturoy, Mariann Øster, Gunnvá Egholm og Sigurd Lamhauge. Skeiðshaldari var undirritaði Rókur í Jákupsstovu, og lat meg heldur beinanvegin staðfesta, at HS hevur verið fyrimyndarligt í íverksetingini av hesum svimjiskúla.