Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi.
Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2.
Kappast verður eftir hesi skrá:
Fríggjadag 16. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 13:30 og finalur frá kl 18:00
Leygardag 17. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
Sunnudag 18. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30
Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl 17:45.