Formansfrágreiðing

Frágreiðing til ársaðalfund í Svimjisamband Føroya, leygardagin 27. Oktober 2007.

Enn eitt ár er gingið í føroyskari svimjing, og vit kunnu gleðast um tann framburð, sum framvegis sæst millum svimjarar okkara.

Fleiri og fleiri børn og ung eru aktiv í feløgunum, og hetta ger, at vit kunnu vænta okkum javna tilgongd komandi árini. Hetta gleða vit okkum til.

Nakrir av okkara evnaríku svimjarum hava roynt seg í útlendskum feløgum farna árið. Hetta er at frøast um, og er tað mín vón, at vit kunnu fáa gleði av teirra royndum á landsliði og aðrastaðir framyvir.

Í summar søgdu vit farvæl við tvey av svimjifeløgunum, nevniliga Vágs- og Tvøroyra Svimjifelag. Hesi gjørdu av at leggja saman til eitt felag, og Suðuroyar Svimjifelag bleiv stovnað. Tað er at frøast yvir, og síggja vit hetta sum eina menning av svimjingini. Vit ynskja suðuroyingum hjartaliga tillukku við nýggja felagnum við vón um góðan byr framyvir.

Okkara  svimjarar hava aftur í ár sett Føroyar á heimskortið.  Umframt at vera við til NJM, sum er ein fastur partur av svimjiárinum, hava vit eisini verið til HM og EJM. Seinast og ikki minst, vóru vit stoltleiki Føroyinga við Oyggjaleikirnar á Rhodos í summar. Hesir leikir blivu teir bestu fyri okkum nakrantíð, og tað eru vit stolt av. Tó má eg viðmerkja, at hetta eisini er dýrasta tiltak, vit hava luttikið í. Haldi, at tíðin er komin at endurskoða okkara oyggjaleikaluttøku og møguligt býti av útreiðslum millum sersamband og feløgini.

Í ítrótti ræður um at seta sær mál.

Í summar setti starvsnevndin sær fyri at gera eina ætlan fyri luttøkur komandi 5 árini. Her eru stórar avbjóðingar til svimjararnar, og okkara vón er, at svimjarar taka væl ímóti hesum og dríva á fyri at røkka settu málunum, og eg ivist onga løtu í, at við miðvísari venjing og stuðli til okkara svimjarar, fara vit at síggja góð úrslit, eisini framyvir.

Í summar gjørdu vit avtalu við Íslendska Svimjisambandið um samstarv. Hetta ber m.a. í sær, at vit hava fingið nýggjan landsliðsvenjara, sum hevur ábyrgdina av svimjimenningini her hjá okkum. Hetta arbeiði er nú byrjað, og fyrsta venjing hevur júst verið. Bert spell, at so fá møttu til fyrstu venjing, men vónandi verður hetta betri framyvir. Ætlanin er, at landsliðsvenjarin skal vitja øll feløgini innan árslok, og vóni eg, at feløgini taka væl ímóti honum.

Í dag hava vit eitt umboði fyri hvørt felag í svimjinevndini og  er tað, eftir míni metan, ein ov stirvin skipan. Nú feløg hava lagt saman og talið av limum í hesi nevnd sjálvsagt skal minka tilsvarandi, er kanska rætt at endurskoða henda part av okkara arbeiði.

Í strembanini eftir at menna okkara hjálparfólkahóp, hava vit miðvíst skipað fyri skeiðum . Vit hava í dag okkara egnu dómarar, og fleiri og fleiri hjálparfólk eru runt um í feløgunum. Vónandi er hetta eisini við til at hækka støðið í svimjing.

Í heyst verður árliga NJM kappingin fyriskipað í Tórshavn. Hetta er ein stór avbjóðing fyri okkum.  Tað krevur nógva góða fyrireiking og í hesum sambandi skal eg takka tykkum sum fyrireika hesa kapping. Vit ynskja tykkum alt tað best og vónandi fáa vit eitt tiltak sum vit fara at minnast. Tað er okkara vón at so nógvir av okkara svimjarum sum gjørligt luttakað í hesi kapping, nú hon verður hildin í Føroyum.

Í farna ári hava vit luttikið á fundum í Norðurlendska- og  europeiska svimjisambandinum. Tað er umráðandi, at vit framhaldandi vísa okkum til teir fundur og tiltøk, sum eru innan hesar felagskapir, fyri á henda hátt at verja og menna okkara altjóða samstarv. Hetta krevur tíð og pening, men tað er samstundis við til at menna okkum ítróttarliga og fíggjarliga. T.d. hava vit luttikið í HM í ár, har FINA hevur stuðlað okkum munandi fíggjarliga. Vit vænta, at vit aftur í 2009 kunnu senda svimjarar til HM í Rom, við sama fíggjarliga stuðli sum seinast.

Komandi ár verður merkt av, at val er til europeiska svimjisambandið, eins og FINA hevur 100 ára stovningardag. Hesin verður hildin á ymsan hátt um allan heim komandi ár, og møguliga koma vit eisini at merkja hetta í Føroyum. Vit koma komandi ár aftur at vera við í fyrreikingunum til nevndarvæl til LEN. Vit hava undanfarna vælskeið havt umboðan í nevnd hjá LEN. Vit hava sett okkum fyri at varveita henda nevndarsess í komandi vælskeiði. Hetta verður fyrireikað saman við hinum norðurlondunum áðrenn komandi ársfund, sum verður  í Sveits í sept 2008.

Ársfundur hjá norðurlendska svimjisambandinum verður í Føroyum í maj 2008.

Til fundin í dag hava báðir mínir starvsfelagar í nevndini boðað frá, at teir ikki taka við afturvali. Eg vil gjarna nýta høvi at siga stóra takk fyri sera gott samstarv. Vit hava ikki altið verið samd – verri enn so…. Men vit hava altíð funnið loysnir, sum vit hava staðið saman um og, tað skulu tit hava takk fyri.

Eg skal eisini takka fyrrverandi landsliðsvenjara og hjálparvenjara fyri gott arbeiðið seinastu tvey árini.

Eg vil eisini takka samstarvsfeløgum okkara, Norðoya Sparikassa og Atlinc Airways fyri teirra dygga stuðul. Vit vóna, at hetta samstarv heldur fram komandi árini og kann vera við til at menna føroyska svimjing enn meiri.

Uttan eitt gott, miðvíst arbeiði í feløgunum runt landið, og góðan stríðsvilja millum svimjarar, høvu vit ikki fingið so góð úrslit, sum vit hava sæð seinasta árið. Svimjarar, venjarar og hjálparfólk annars eiga eina stóra tøkk fyri teirra arbeiði.

Palli Ziskason, Form.

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.