2 nýggj í starvsnevndina

Til komandi aðalfundin hjá SSF standa 2 starvsnevndarlimir fyri vali, samb. § 8 í lógum SSF´s:


§8
. Starvsnevndin

Í starvsnevndini sita:

formaður, næstformaður og skrivari.

Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt 2 ára skeið. Teir verða valdir 2 annaðhvørt ár og ein annaðhvørt ár. Valdur verður tiltakslimur fyri eitt 1 ára skeið.

Helgi á Fløtti, skrivari (næstform.) og Oluffa á Høvdanum, kassameistari standa fyri vali og tey hava boðað frá, at tey takkað fyri seg og stilla ikki uppaftur.

Sostatt skulu 2 nýggir starvsnevndarlimir veljast og SSF heitir við hesum á feløgini um, at hava hetta í huga og koma við vælevnum/uppskotum at velja inn í starvsnevndina fyri eitt 2-ára skeið.

Meiri um aðalfundin at lesa undir “Lógum”.

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.