Metlistarnir eru dagførdur ….

Vit hava nú dagført øll metini, ið vóru sett á oyggjaleikunum á Rhodos 2007 og tey, ið eru sett til EJM-07 í Antwerpen.

Oyggjaleikayvirlitið á Rhodos er dagført við býtið av heiðursmerkjum og tíðum.

Samanlagt hava okkara svimjarar vunnið 120 heiðursmerkir á teimun 12 oyggjaleikum, ið byrjaðu á Isle of Man í 1985

40 gull, 32 silvur og 48 bronsu.

Tað hevur verið heldur tómligt á heimasíðuni tá talan hevur verið um at skriva um tey sera góðu úrslitini, men tíbetur so hava fjølmiðlarnar verið sera dugnaligir og tað siga vit teimun sjálvandi stóra tøkk fyri. Hetta at so lítið er skrivað skyldast í høvuðsheitum at fólk eru í summarfrí og tað má so vera teimun væl unt.

Føroyafólk hava fylgt við í kringvarpinum og øll eru tey samd um at svimjingin var hæddarpunktið á oyggjaleikunum og spenningurin hevur verið “øgiligur” á klettunum, tá okkara svimjarar skiftust um at standa ovast á heiðurspallinum, meðan tjóðsangurin rungaði um alt Rhodos. Jú, sannliga vóru hetta rørandi løtur, ið vit fara at minnast aftur á við gleði – í hvussu so er til komandi oyggjaleikir, ið verða á Álandi um tvey ár. Tá fara vit aftur at gera okkara besta, men eitt er vist, at okkara oyggjaleikavinir fara at gera alt fyri at vinna á okkum. Men hvat, tá teir kunnu gerast betur so kunnu vit eisini!!

Sum frálíður fara vit at leggja myndir frá Rhodos o.a. inn á myndasavni. Alt hetta fara vit at fáa avgreitt sum skjótast.

Samanumtikið hava okkara svimjarar framt eitt bragd innan føroyska svimjing og tað eru vit øll somul tykkum takksom fyri og ynskja enn einaferð hjartaliga tillukku.

Vit vóru jú nummar 1

Við svimjikvøðu

Starvsnevndin

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.