Oyggjaleikir – fráferð/afturkoma

Fráferðin hjá føroyska svimjihópinum verður mánadagin, 25. juni 2007 kl. 17.30

Luttakararnir skulu møta á flogvøllinum kl. 15.30

Minnist til passið!!

Vit millumlenda í Kastrup og fara so víðari við sama flogfarið til Rhodos.

Nágreiniliga nær vit vera á RHODOS er ikki lætt at siga, men roknast má við einaferð um 2-3 tíðina..

Vit koma at búgva á IXIAN GRAND HOTEL, ið liggur uml. 6 km. frá sjálvum Rhodos býi. Um tit fara inn á Google og skriva navnið á hotellinum so síggja tit hvar vit búgva.

Tey flestu av okkum hava eina fartelefon, men tað er ikki bíligt at ringja. Um tit vilja hava fatur á okkum so ber til at ringja á fartlf. 214160

Svimjikappingarnar byrja mánamorgunin (2/7)og enda hóskvøldið (5/7) og byrjað verður hvønn morgun kl. 09.00 og finalurnar kl. 18.00.

Annars verða tíðindir at frætta allatíðina í Kringvarpinum og vit fara leypandi at hava okkura tíðindir her á heimasíðuni.

——————

Heimkoman er sett til at vera av Rhodos 8. juli kl. 02.40 (sunnumorgun) t.v.s. beint eftir midnátt í Føroyum. Tíðarmunurin er 2 tímar. Roknast má við uml. 7-8  tímun við millumlendingum so vit vera kanska í Vágunum einaferð tíðliga fyrrapartin sunnudagin. Lat okkum siga fyribils uml. kl. 07.00

Alt hetta verður meiri greitt sum frálíður!!!!

This entry was posted in Tíðindaskriv. Bookmark the permalink.