Áftaná morgunvenjingina leygarmorgunin vóru svimjararnir samlaðir í ÍSF-húsinum til ein góðan morgunmat. Við á fundinum var eisini Sølvi Winther Olsen, lækni, ið meistarliga greiddi frá fyri luttakarunum hvussu tey eiga at fyrihalda seg í hitanum undir leikunum á Rhodos.
Á fundinum varð eisini nýggi landsliðsvenjarin og næstform. í Íslendska Svimjisambandinum.
Sum greitt er áður frá í tíðindaskrivi so er samstarvsavtalað gjørd millum Føroyska og Íslendska svimjisambandið.
Samstarvsavtalan kemur í gildi 1.. aug. 2007 og 1 ár fram. M.a. ber avtalan við sær, at føroyskir svimjarar fáa møguleika, at koma yvir til Ísland at svimja/venja og at íslendsku svimjarar eisini koma til Føroyar. Eisini kemur landsliðsvenjarin til Føroyar at hava landsliðsvenjingar og saman við teimun føroysku venjarunum at leggja lag á. Eisini kemur hann at vitja feløgini.
Alt hetta kemur at vera kunngjørt nærri tá sjálv avtalan er farin at virka og nýggja svimjiárið fer í gongd 1. sept. 2007.
Í miðjuni á myndini situr nýggi landsliðsvenjarin saman við 2. form. í Íslendska- og form. í Føroyska svimjisambandinum, har nýggja samstarvsavtalan verður undirskrivað.