Komandi vikuskifti 1.-3. juni – samlast oyggjaleikaliðið til venjing í svimjihøllini í Tórshavn.
Eftir morgunvenjingina leygarmorgun uml. kl. 09.00 verður morgunábit og kl. 10.00 fer Sølvi Winther Olsen, kommunu- og oyggjaleikalækni, at greiða frá hvussu vit eiga at fyrihalda okkum í hitanum á Rhodos undir leikunum. Avvarandi og venjarar hjá svimjarunum eru vælkomin, at vera við til fyrilesturin hjá Sølva.
Tá hetta er liðugt verður innanhýsis fundur millum oyggjaleikahópin og starvsnevndina um at kortleggja nakrar fastar mannagongdir á oyggjaleikunum.