Føroyameistarakappingin í svimjing 27. apríl 2007
Góðu svimjarar og góðu føroyingar.
Sum landsstýrismaður í alm. og heilsumálum er tað mær ein stórur heiður at seta “Føroyameistarakappingina í svimjing 2007”
Persónliga er hetta ein uppaftur størri heiður at seta FM-kappingina, tí eg sjálvur so ofta havi staðið her sum pápi og fylgt við í kappingunum, frá byrjan til enda, fylgt við gleðisrómi og vónbrotum, alt sum fylgir við í slíkari kapping.Og eg fekk tokka til tykkum, svimjarar, fyri tykkara entusiasmu, tykkara eldhuga, tykkara frøði, tykkara gleðisróp, tykkara kenslur fyri hvørjumøðrum, vinskapin – innanfyri tey ymisku feløgini men sanniliga eisini millum ymisku feløgini. Tit eru so góð við hvønn annan, tað er so týðiligt, tit hálsfevnast, tit frøðast við teimum, sum tað gongur væl og tit kæra tykkum um og tit ugga tey, sum tað ikki gongst eftir ætlan. Eg vildi ynskt, at allir samfelagslimir vóru soleiðis móti hvørjumøðrum, sum tit svimjarar eru við hvønnannan. Samanhald, og vinskapur, tað lýsir burtur úr tykkara samveru, ikki bara til vanligar venjingar men eisini tá tað eru kappingar á hægsta stigi, sum nú til FM ella úttøku-kappingar til Oyggjaleikir.
Sum landsstýrismaður í heilsumálum frøðist eg um framgongdina í svimjingini. Svimjing setir fokus á heilsu og sunnan livihátt. Ein svimjari setur sína heilsustøðu frammarlaga, ansar eftir bæði kroppi og sál. Svimjarin nýtir ikki dálkandi ella rúsandi evnir, tí hann veit, at man ikki kann náa tí máli, man hevur sett sær, um man ikki fer væl við tí likamsliga førleikanum, sum skal til fyri at náa málinum.
At vera kappingarsvimjari er ein strævin og uppoffrandi ítróttargrein. Eg haldi ikki nøkur ítróttargrein krevur so nógv av hvørjum einstøkum, sum svimjingin. Skulu tit vera við í fremstu røð, so skulu tit til venjingar árla á morgni, tímar áðrenn tykkara klassakammiratar eru vaknaðir. Og so verða púra vakin til ein langan skúladag. Og eftir skúlatíð aftur til venjing, dag um dag, meðan hini taka sær av løttum. Og drívmegin, sum fer tykkum at seta svimjingina fram um alt annað, tað er sjálvsagt fyrst og fremst, tit elska at stuttleika tykkum í hylinum, tit elska at kappast og blíva betri og betri, ja tit elska bara hetta at svimja. Lønin, ja hon er, at tit hava nakað serligt saman, sum hini onki vita um, ein loyniligur dýrgripur í felagsskapinum um gleðina við at svimja – saman og ímóti hvørjum øðrum.
Tá tit svimjarar eru uttanlands til kappingar, tað verið seg til Oyggjarleikir, paraolympiskir leikir ella aðrar kappingar langt burturi í heimi, ja so fylgir øll tjóðin við tykkum. Øll eru so spent og errin av tykkum. Tá so okkara svimjari fær eitt heiðursmerki ella forbetrar føroyska metið, ja so er vit øll so glað og hava eina kenslu av at eiga ein lítlan part av hesum heiðuri. Tá kemur kenslan fram í okkum, at hetta unga liðið er eitt gott umboð fyri okkara land, tit útbreiða kunnleikan og skapa virðing um okkara land. Takk fyri tað.
Eg fari at ynskja tykkum góða kapping, feløgunum og hvørjum einstøkum .
Lat meg enda við at spæla upp á orðið svimja,
tí tá vit stava tað, so fáa vit:
S – samanhald
V – vinskapur
I – inspiratión
M – met
J – javnvág
A – avbjóðing
Tað gevur S – V – I – M – J – A
Við hesum er Føroyameistarakappingin í svimjing 2007 sett.
Góða kapping !
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður