Mona Simonsen gjørdi eitt “ordans” hál í 800 frí tá hon hølvaði góð 15 sek. av føroyska metinum, ið liðfelagin Jutta Thomsen átti.
Nýggja føroyska metið er nú 09.18.65
Samanlagt gav hetta pláss ávikvíst sum nr. 35 og 42 av 49 luttakarum.
Dreingirnir luttóku í 50 frí, men hesaferð eydnaðist ikki Kristiani at betra um sít egna føroyska met, ið er 00.24.56, ið hann setti í januar 2007 í Reykjavík International.
Pál svam tíðina 00.26.03 og Kristian hevði tíðina 00.24.65.
Endaligu plássini av 178 luttakarum varð at Kristian bleiv nr. 77 og Pál nr. 115
Seinasta kappingin hjá føroyingum á hesum sinni er 1500 m frí og har verður bert tann eini føroyski luttakarin í hylinum. Pál Joensen eigur framman undan føroyska metið og spennandi verður um hann “fínpussar” um hetta í síni seinastu kapping í Melbourne á hesum sinni.
Føroyski HM-hópurin verður eftir ferðaætlanini heima skírisdag 5. apríl 2007