I HM kappingini í Melbourne hevur Mona Simonsen svomið100 m frí í dag. Hon kom á mál við tíðini 01.03.01 og er hetta hennara best tíð. Hon endaði sum nr. 96 av 128 luttakarum í hesi kapping.
Í morgin skulu allir okkara svimjara í kapping. Kristian og Pál skulu svimja 50 m frí og Jutta og Mona skulu svimja 800 m frí. Vit gleða okkum til hesar kappingar og spennandi verður at fylgja við hvussu fer at hildnast hjá okkara svimjarum. Teir eru væl fyri í kvøld og eru júst farnir á Hotel Ibis Melbourne at sova sær megi til í morgin……..