Og nú sleppur Kristian endiliga ……
Kristian skal í hylin fyri fyrstuferð í 100 frí og tað verður mikudagin 28. mars í kapp. nr. 17.
Hetta verður nakað eftir midnátt (uml. kl. 01.20 byrjar 100 frí) og Eurosport sendir beinleiðis.
Havi frætt at flest allir norðingarnir sita sum á nálum og spennandi verður at síggja Kristian saman við Pál í nátt. Ivaleyst sita onnur svimjiuáhugaði eisini uppi eina løtu aðrastaðni í landinum. Suðringarnir hava neyvan sovið nógv tey seinastu samdøgrini nú Jutta, Mona og Pál hava roynt seg nakrar ferðir. Pál svimur á geil 5 í 6. riðli við tilm. tíðini 00.56.43
Kristian svimur í riðli 8 á geil 7 við tilm. tíð 00.55.55
Besta tílm. tíðina hevur Roland Schoeman 00.48.28 og ringasta tilm. tíðin er 01.27.00
Heimsmetið eigur Pieter VAN DEN Hoggenband úr Niðurlondum við tíðini 00.47.84 – ið varð sett 19. sept. 2000. Hann er er eisini við í kappingin og liggur í 21. riðli so neyvan fáa teir trupulleikar av honum.
Allir teir allarbestu svimjararnir verða seedaðir í teimun seinastu riðlunum.
Luttakaratalið í 100 frí er heili 22 x 8 = 176
Síðani verða 16 teir skjótastu tiknir út til eina semifinalu og 8 teir bestu fara so víðari til sjálva finaluna.
Spennandi verður, men eins og í øllum hinum svimjigreinunum mugu vit taka til takkar við at vera áskoðarar.
Kristian skal eisini í hylin fríggjadagin 30/3 har kappast verður í í 50 m. frí – kapping nr. 28.
Kristian hevur tilm. tíðina 00.24.56 og besta tilm. tíðin er 00.21.84 og ringasta 00.40.00
Her skal viðmerkjast, at heili 14 svimjarar hava onga tilmeldingartíð.
Kristian svimur í riðli 14 av 24 og er á geil 8.
Heimsmetið í 50 frí eigur ongin annar enn russarin Alexander Popov. Heimsmetið er frá 16. juni 2000 – sett í Moskva. Hann er tó ikki við so Kristian fær nokk ongar trupulleikar av honum hesuferð.