26. mars verður 200 frí hjá monnum – kapp. nr. 10 – og tað verður longu í morgin 26/3 har Pál skal royna seg. Hann svimur í 5. riðli av 15 og er á geil 8
27. mars í kapping nr. 16 – 200 frí – skulu Mona og Jutta í hylin.
Mona svimur í riðli 3 av 14 á geil 2 við tilm. tíð 2.17.28
Jutta er í 4. riðli á geil 1 við tilm. 2.16.01
Besta tilm. tíðina 1.56.73 hevur Annika Lurz úr Týsklandi
Ringasta tilm. tíðin er 2.44.96
Metið eigur týska gentan Fransziska VAN Almsick við tíðini 01.56,64 sett í Berlin 3. aug. 2002
118 luttakarar eru við í 200 frí
Menninir fara eisini at kappast í 800 frí – kapping nr. 17
Pál skal í riðli 2 av 6 á geil 8 svimja við tilmeldingartíðini 08.49.89
Svimjarin við bestu tilm. tíð hevur 07.48.54 og tað er ongin annar enn eigarin av heimsmetinum Grant Hackett við tíðini 07.38.65, ið hann setti í Australiu fyri 2 árum síðani.
Hetta verður eitt tungt “hál hjá Pál”, ið liggur góðan minuttin aftanfyri.
Ringasta tilm. tíðin er 11.05.32
Her liggur Pál so í øllum førum 1.16 min. frammanfyri. Um hetta fer at halda so skuldi Pál fingið eina plassering í betru helvtini teimun 46 svimjarunum.
800 frí Kvinnur
Mona og Jutta skulu í hylin at svimja 800 frí og tað verður ikki fyrrenn fríggjadagin 30. mars og er hetta kapping nr. 29
Tær eru aftur endaðar í sama riðli nr. 2 av 7 har Jutta er á geil 3 og Mona á geil 6
Jutta er tilm. við tíðini 09.33.64 og Mona 09.35.39
Besta tilm. tíð er 08.19.29 (Laura Manaudou úr Fraklandi, ið vann 400 meturin innleiðandi og ringasta tíðin er 11.20.64 og so er ein svimjari við ongari tilmeldingartíð.
Eins og hjá Páli er eitt fitt lop upp til nr.1. Her er ein góður minuttur (01.15,??) á muni. Ì mun til ringastu tíð so liggja tær næstan 2 minnutir frammanfyri ringastu tilmeldingartíð, so her má sigast at vera rættuliga stórur munur millum nr. 1 og nr 58 – uml. góðir 3 minuttir. (08.19.29 og 11.20.64)
Heimsmetið í 800 frí eigur Janett Evans úr USA og er tað frá 20. aug. 1989, ið hon setti í Tokyo fyri skjótt 18 árum síðani. Spennandi verður at frætta um unga franska svimjistjørnan Laura Manaudou fer at taka gamla metið.
Og nær skal Kristian svimja?
Jú, Kristian skal í hylin fyri fyrstuferð í 100 frí og tað verður mikudagin 28. mars í kapp. nr. 17.
Kristian svimur í riðli 8 av 22 á geil 7 við tilm. tíð 00.55.55
Besta tílm. ið hevur Roland Schoeman 00.48.28 og ringasta tilm. tíðin er 01.27.00
Heimsmetið eigur Pieter VAN DEN Hoggenband úr Niðurlondum við tíðini 00.47.84 – ið varð sett 19. sept. 2000. Hann er er eisini við í kappingin og liggur í 21. riðli
Allir teir allarbestu svimjararnir verða seedaðir í teimun seinastu riðlunum.
Luttakaratalið í 100 frí er heili 22 x 8 = 176
Síðani verða 16 teir skjótastu tiknir út til eina semifinalu og 8 teir bestu fara so víðari til sjálva finaluna.
Spennandi verður, men eins og í øllum hinum svimjigreinunum mugu vit taka til takkar við at vera áskoðarar.
Kristian skal eisini í hylin fríggjadagin 30/3 har kappast verður í í 50 m. frí – kapping nr. 28.
Kristian hevur tilm. tíðina 00.24.56 og besta tilm. tíðin er 00.21.84 og ringasta 00.40.00
Her skal viðmerkjast, at heili 14 svimjarar hava onga tilmeldingartíð.
Kristian svimur í riðli 14 av 24 og er á geil 8.
Heimsmetið í 50 frí eigur ongin annar enn russarin Alexander Popov. Heimsmetið er frá 16. juni 2000 – sett í Moskva. Hann er tó ikki við so Kristian fær nokk ongar trupulleikar av honum hesuferð.
Eisini verður 200 frí hjá monnum – kapp. nr. 10 – og tað verður longu í morgin 26/3 har Pál skal royna seg. Hann svimur í 5. riðli av 15 og er á geil 8
Til ber eisini at fylgja við beinleiðis…………
Frásøgn beinleiðis á www.eurosport.com
Live timing er á www.omegatiming.com
Høgraklikk á leinkjuna og vel nýtt vindeyga