Ja, so eru bert 14 tímar til klokkan er 10.00 lokal tíð, og fyrsta kappingin byrjar. Hetta er 100 m firvald hjá kvinnunum. Eftir hetta (uml kl 10.20 lokal tíð) fer fyrsti føroyingur í kapping. Tað er Pál Joensen, sum skal svimja 400 m frí. Her er Pál í heat 3 av 10.
Jutta Thomsen og Mona Simonsen skulu eisini í kapping longu fyrsta dagin. Tær luttaka í 400 m frí og byrja uml kl 11.50. Tær eru báðar í heat 3 av 9.
Svimjarnir skulu møta í høllini uml 2 tímar áðrenn kappingin byrjar. Teir eru nú farnir til hvíldar so teir kunnu vera væl fyri í morgin.