Svimjistigini útfyri metlistanum eru komin uppá pláss. Skeivleikin hevur verið, at allar tíðir í metlistanum hava fingið stig sum um tey øll vóru svomin eftir nýggjastu stigatalvuni hjá Fina 2005 og hetta er ikki rætt siga tey serkønu og tað mugu vit so rætta okkum eftir. Tíð, ið er svomin áðrenn 2005 skal hava stig eftir táverandi galdandi stigatalvu og hetta verður standandi í metlistanum.
Tá so metið verður skift út (tikið) kemur sjálvsagt tað nýggja stigið fyri tíðina at standa eftir stigatalvu hjá Fina, ið tá er í gildið.
http://schwimmen.dsv.de/Modules/General/Points.aspx?Lang=de-DE
Vónandi skuldi hetta verið komið uppá pláss. Stigini, ið standa útfyri metunum, ið eru eldri enn frá 2001 eru úr svimjihondbókini. Vónandi eru tey røtt og um komið verður framá onkran feilin so vinarliga gerið vart við tykkum.