Pál Joensen er tann 17. føroyski svimjarin, ið hevur ognað sær gullnálina.
Tað er ikki gerandiskostur, at svimjari fær gullnál, men um vikuskiftið eydnaðist tað Páli Joensen úr Vágs Svimjifelag í 400 metur frí við tíðina 4.02.78 at svimja gullnálina heim til Vágs og saman við Hera Mortensen hava svimjarar úr Vágs Svimjifelag ognað sær tvær gullnálir.
Gullnálatíðin í 400 m frí hjá monnum er: 04.03.43 – svarandi til 730 stig eftir Fina-stigatalvuni.
Við at klikkja seg inn á “Metlistar og kravtíð” finnast “Nálatíðir” og “Gullnálayvirlit” fyri svimjarar, ið hava ognað sær gullnál og sum bert verður latin einaferð.
Svimjisamband Føroya ynskir Páli Joensen og Vágs Svimjifelag hjartaliga tillukku.