Starvsnevndin hevur á fundi samtykt at senda soljóðandi kunningarskriv til øll limafeløgini.
“Svimjisamband Føroya hevur alla ábyrgd av føroyska svimjilandsliðinum, bæði ítróttarliga og fíggjarliga.
Teir svimjarar, sum til eina og hvørja tíð eru á svimjilandsliðnum hava skyldu, at bera lýsingar o.l frá teimum stuðlum, sum svimjisambandið hevur avtalu við, og annars luttakað á landsliðnum undir teimum treytum, ið svimjisambandið setur og hevur avtalað við sínar lýsarar.
Við hesum grundgevingum mugu vit boða frá, at svimjisambandið ikki kann góðtaka, at svimjarar gera egnar avtalur, at galda fyri teirra luttøku í kappingum, sum eru undirlagdar ábyrgdina hjá Svimjisamband Føroya.
Samstundis skulu vit siga frá, at Svimjisambandið arbeiðir við uppskoti til avtaluskjal, sum svimjari og Svimjisamband skulu hava sínámillum, so leingi svimjari er á landsliðnum.”
Við svimjikvøðu
Svimjisamband Føroya
Starvsnevndin