Væleydnað luttøka á EM í Open Water 2025

EM í Open Water var í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia nú hin 28. til 31. juni 2025, við eisini føroyskari luttøku. Tað gekk sera væl, nú okkara fingu úrslit í øllum teimum kappingum sum tey luttóku í, hóast at vera klárt í yngra endanum, og hóast at vit eru rættiliga óroynd í hesum.

Her eru nakrar myndir sum myndafólk hjá evropeiska svimjisambandinum hava tikið, frá stevnuni. Úrslitini síggjast her hjá European Aquatics

Images courtesy of European Aquatics / Antonella Mannara

Her er video frá liðsvimjingini, har man viðhvørt sær føroyingarnar

Posted in Kapping | Comments Off on Væleydnað luttøka á EM í Open Water 2025

So er tað EM í Open Water 2025

Í hesum døgum er EM í Open Water 2025, í Stari Grad á oynni Hvar í Kroatia. Føroyski hópurin er komin fram í øllum góðum, og eru klár at kappast hesar næstu tríggjar dagarnar.

Continue reading
Posted in Óbólkað | Comments Off on So er tað EM í Open Water 2025

Úrslit frá ABMS 2025

AldursBólkaMeistaraStevnan 2025 er fult í gongd í Svimjihøllini í Gundadali, við einum 171 tilmeldaðum svimjarum. Úrslitini síggjast so hvørt her á Swimify, og annars eru fólk vælkomin at koma at hyggja og heppa á hesi ungu.

Tað er ókeypis at koma at hyggja – men um ætlanin er at svimja, so mást tú annaðhvørt vera tilmeldaður til at kappast, ella sum vant keypa atgongumerki til almennu svimjingina í gomlu høllini.

Posted in Óbólkað | Comments Off on Úrslit frá ABMS 2025

Startlisti til ABMS 2025

Her er luttakaralistin til AldursBólkaMeistaraStevnuna 2025, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali nú leygardagin hin 10. og sunnudagin hin 11. mai 2025. Hetta er árliga meistarastevnan fyri okkara yngstu aldursbólkar, og eru tey sera nógvir luttakarar í ár. Listarnir síggjast eisini her á Swimify

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til ABMS 2025

Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2025

Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2025, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 7. til 9. juni 2025. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FM og JM á langgeil 2025

SSF úttøka til SMÍ 2025

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Sumarmeistaramót Íslands 2025, sum verður í Hafnarfirði í Íslandi hin 27. til 30. juni 2025:

  • Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
  • Oddvaldur Leivsson (2008, HS)
  • Fróði Hansen (2008, FS)
  • Ólavur W. Jákupsson (2008, HS)
  • Óli Mikkelsen (2008, HS)
  • Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
  • Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
  • Durita Mohr Askham (2008, Ægir)
Høllin í Hafnarfirði
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on SSF úttøka til SMÍ 2025