Landsliðsnevndin endurstovnað

ssf-logoTað gleðir okkum í starvsnevnd SSF at kunna kunngera, at vit nú aftur hava eina landsliðsnevnd, til at taka sær av kravtíðum og øðrum landsliðsarbeiði. Hetta er ein nevnd sum vit hava havt stóran tørv á, aftaná at hon fyri nøkrum árum síðani datt niðurfyri.

 

Tey trý sum nú mynda landsliðsnevndina, eru Katrin Sørensen ið eisini er í starvsnevnd SSF, umframt Petur Heðin á Fløtti og Rúna í Skála. Tey høvdu í gjár sín fyrsta fund saman við undirritaða sum umboð afturat úr starvsnevndini, har evnini vóru kravtíðir 2016-2017 og møguligar aðrar uppgávur hjá landsliðsnevndini.

Til ikki at køva tey nú beinanvegin, so høvdu vit í starvsnevndini tilevnað uppskot til kravtíðir fyri 2016-2017, ið landsliðsnevndini so nú metti um og komu við viðmerkingar til. Tað er jú átroðkandi at fáa kravtíðirnar út skjótt, og hildu vit tað tí vera best at eisini hesu ferð lata starvsnevndina um at tilevna ta grundleggjandi kravtíðarskipanina, áðrenn nýggja landsliðsnevndin tekur yvir.

Uppskotini eru nú við viðmerkingum til viðgerðar aftur í starvsnevndini, og kunnu vit vónandi kunngera tær innan alt ov langa tíð. Til tey forvitnu kann eg avdúka, at vit her tosa um kravtíðirnar til HM á stuttgeil í Kanada og til NM/NJM á stuttgeil í Kolding í desember, og um kravtíðirnar til HM í Budapest næsta summar, og til EJM og NMU og Oyggjaleikir 2017.

Vónandi merkir endurstovnanin av landsliðnevnd SSF, at vit nú skjótt fara at orka betur at røkka eisini teimum ungu og evnaríku, sum eru beint uttanfyri tey landslið ið verða send uttanlanda. Til dømis við um møguligt at fáa bruttolandsliðshópar at møtast á regluligum venjingarlegum. Men fyrsta og fremsta uppgáva hjá hesi nevnd er og verður tó, at tryggja okkum hóskandi kravtíðir.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.